Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgreglan staðfesti okkara avdúking

Í gjár avdúkaði Oyggjatíðindi, at maðurin, sum var funnin deyður á Tinghúsvøllinum við einum knívi í bringuni, var deyður fyri egnari hond.

Hetta sigur við løgreglan við Einglapressuna um middnáttarleitið sama kvøld: Rættarlæknuliga kanningin av tí deyða 49 ára gamla persóninum er nú liðug og staðfestast kann, at hann er deyður av løsti hann fekk eftir knívsting í hjarta. Ongir aðrir løstir vóru staðfestir.

Politiið metir ikki, at talan er um eitt brotsverk, sum framt er, men afhoyringarnar hjá politinum vísa hinvegin at alt bendir á, at maðurin er deyður fyri egnari hond. Maðurin hevði beint áðrenn hendingina hótt við at taka lívið av sær við standmyndina har hann var funnin og knívurin sum varð nýttur, hevði tann 49 ára gamli maðurin sjálvur tikið við sær.

Politiið hevur tryggjað knívin, sum nýttur varð, og skal knívurin nú kannast fyri DNA og fingramerkir. Nær hesar kanningar verða lidnar er enn ikki greitt.

Hetta avdúkaði Oyggjatíðindi fyrr um dagin:

http://www.oyggjatidindi.com/news-kom+sjalvur+vid+knivi+a+tinghusvollin.htm