Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingskvinnur stuðla bróstunum

Oktobermánaði er bróstkrabbamánaði kring allan heim. Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur í hesum sambandi armbond og oyraringar. Oktobermánaði er bróstkrabbamánaði kring allan heim. Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur í hesum sambandi armbond og oyraringar. 

Oyraringarnir hevur Elin Lindenskov tilevnað úr endurnýstlutilfarið. Teir kosta kr. 100,- parið.

Armbondini hevur Turið Mohr snigivið, tey eru úr silvuri og leðri. Armbondini kosta kr. 200,-

Smúkkurnar fáast á hesum støðum:

•Tjaldurs Apotek í Havn
•Kioskin á Landssjúkrahúsinum
•Body Shop í SMS
•Apotekinum í Klaksvík
•Sorella í Miðvági

Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.