Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingsvalið hitt dýrasta nakrantíð: kostar uml. 6 milliónir krónur

Øll valevni eru vælkomin á eitt nýtt skeið, ið m.a. er ein reaktión uppá, at valstríð í Føroyum eru vorðin dýr 

Løgtingsvalið tann 1. september verður helst hitt dýrasta nakrantíð, og harvið fylgja Føroyar einum altjóða ráki.

Politisku flokkarnir fara at brúka tilsamans einar 3-4 mió. kr. til at fáa veljarar at velja seg. Afturat kemur tað, ið valevni brúka til egið valstríð. Leysliga mett brúktu valevni í 2011 einar 2-3 mió. kr. tilsamans til persónligt valstríð. Upphæddin í ár verður neyvan minni.

Harvið skulu flokkar og valevni av við tilsamans uml. 6 mió. kr. fyri løgtingsvalið 2015.

Verður kostnaðurin av fólkatingsvalinum í juni lagdur omaná, er lítil ivi um, at 2015 er árið, har ið nógv flestir pengar fara til at fíggja valstríð.

Dýrkandi rákið kann vera óheppið, tí tað eru ivaleyst fleiri, ið annaðhvørt ikki hava hug ella ráð til at brúka stórar upphæddir til persónligt valstríð. Spurningurin er eisini, hvat valevni í veruleikanum fáa fyri pengarnar.

Av tí sama verður hósdagin 6. august skipað fyri einum skeiði, sum hevur fokus á, hvussu valevni kunnu reka eitt BÍLIGT MEN TÓ EFFEKTIVT VALSTRÍÐ. Per Højgaard, ráðgevi, skipar fyri skeiðinum sum verður í Tórshavn. Øll valevni (og onnur áhugað) eru vælkomin við.

Á skeiðinum verður eisini farið í dýpdina við, hvussu valevni á bestan hátt kunnu sláa ígjøgnum og røkka út til veljarar.

Á hesi Facebook-síðu fæst meira at vita: http://www.facebook.com/gottval2015