Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løkke og ríkisfelagsskapurin

Týsdagin 6. oktober hoyrdu vit enn einaferð ein danskan forsætisráðharra siga, at hann stendur á odda fyri einum ríkisfelagsskapi. 

Hetta orðið er eitt nýyrði í donskum máli. Sambært donsku móðurmálsorðabókini er tað fyrstu ferð á prenti í 1935. Tá verður tað nýtt fyri at lýsa viðurskiftin Noregs og Danmarkar ríki millum undan 1814. Tá vóru hesi bæði rikini í ríkjafelagsskapi. Talan var um tvey ríki við felags kongi. Við heimild frá norðmonnum og dønum stýrdi kongur báðum ríkjunum úr borgum sínum í Keypmannahavn.

Mótvegis umheiminum høvdu hesi ríkini verið ein heild síðan 1450. Tá kríggj hevði verið, og friður skuldi fáast í lag, var tað bert kongsins undirskrift, sum skuldi setast undir friðarsáttmálan. Útlendingar tosaðu tí um kongsins ríki sum eitt.

Tað er av hesum, at danir í 1935 funnu upp á at smíða orðið ríkisfelagsskapur. Í samstarvinum millum javningarnar Noreg og Danmark vóru ríkini við sáttmála bundin at vera saman um kong og kríggj. Hesum viðvíkjani vóru tey at rokna sum eitt ríki.

Tað er hetta samstarv, talan er um, tá orðið ríkisfelagsskapur verður nýtt.

Burtursæð frá hesi avmarking hava bæði vit og danir fult sjálvstýri. Báðir hava vit hvør í sínum lagi alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald í ríkjum okkara. Vit hava hvør okkara egnu stjórn, sum stendur fyri hermegini. Saman við hinari stjórnini verða avgerðir tiknar um at fara í kríggj.

Men danska ríkið heldur ikki tær reglur, sum galdandi eru fyri samstarvið ríkjanna millum.

Ferð eftir ferð er Danmørk farið í kríggj uttan at spyrja hitt ríkið um lov.

Uttan heimild er løgreglan undir felags danskari leiðslu.

Nú er so ætlanin, at týðandi partar av løgreglumyndugleikanum skulu avreiðast til útlendingar. Hetta skal henda við at Danmarkar ríki einsamalt tekur avgerðina.

Stjórnin og ein stórur meiriluti í fólkatinginum hevði longu havt avreitt alt hetta vald um teir sluppu, men ein minniluti hevur kravt, at málið skal fara til fólkaatkvøðu, og verður hon tann 3. desember.

Henda fólkaatkvøða skal bert vera í Danmarkar ríki. Við at avreiða vald yvir løgregluni til útlendingar verður minkað um okkara sjálvstýri. Hetta hendir uttan at vit yvirhøvur verða spurd. Hevði nakað skil verið í donsku stjórnini, so hevði hon gjørt vart við, at hon bert umboðar danir í hesum máli og ikki okkum. Men tað hoyrist einki um at hon hevur nakað ynski um at halda tær reglur, sum hon sjálv er gingin undir tá hon tók við stýrinum í Danmørk.

Men so leingi danska stjórnin gevur ólógligan stuðul til politikarar okkara fyri at fáa teir til at tiga við at vit hava rætt til sjálvstýri, so ber jú alt til.

Zakarias Wang