Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lønargjaldingar hækkaðar 2,1% í 2020

Í 2020 vórðu 10,3 mia. kr. útgoldnar í lønum í Føroyum. Hetta er 2,1% meira enn í 2019.

Sjálvt um lønargjaldingarnar i Føroyum eru vaksnar 2,1% seinasta árið, so er hetta lægsti vøkstur síðan 2013. Uttan iva, er orsøkin ávirkanin, sum korona hevur havt á lønargjaldingarnar.

Verður hugt eftir lønargjaldingum í teimum fýra vinnugreinabólkunum sæst at almenn tænasta hevur havt ein vøkstur á 4,7%, privatar tænastuvinnur ongan vøkstur, byggivinnan og onnur tilvirking ein vøkstur á 5,4% og fiski og tilfeingisvinna ein minking á 1,8% (kelda:hagstova.fo).

Hagtølini yvir talið á løntakarum fyri alt árið 2020, verða tøk seinni í vikuni.