Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Longu nú eru avbjóðingar á verandi vegakervi

Lat ongan iva vera um, at Innkomuvegurin er neyðugur, tí longu nú eru avbjóðingar á verandi vegakervi, og gerandismorgnar ganga bíðirøðirnar allan vegin úr Tórshavn og framvið Sandvíkarhjalla. Ein trokan í Tórshavn kann eisini hava við sær, at full nytta ikki fæst av tunlinum, tí spard koyritíð í tunlinum kann verða brúkt í bíðirøðum í Tórshavn.

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr 67/2018 eftir § 52a í Tingskipanini til Henrik Old, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um innkomuvegin til Tórshavnar í sambandi við Eysturoyartunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hví er avtalan millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Tórshavnar frá 7. oktober 2016 ikki løgd fyri Løgtingið til góðkenningar?

2. Eigur avtalan ikki at verða góðkend í Løgtinginum sum skjótast, tá hon longu 27. oktober 2016 varð einmælt góðkend av Tórshavnar kommunu?

3. Eru nøkur serlig viðurskifti, ið hava seinkað ella forðað landsstýrismanninum at fáa góðkenningina avgreidda í Løgtinginum?

4. Nær kann væntast, at henda avtala verður góðkend í Løgtinginum, so hon kann verða framd og gjøgnumførd, soleiðis sum bæði landsstýrismaðurin og borgarstjórin hava skrivað undir uppá?

5. Ber til at lata Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu, um ikki øll neyðug viðurskifti kring innkomuvegin til Havnina eru avgreidd áðrenn?

Svar
Til spurning 1: 
Ein orðing í avtaluni sigur, at “avtalan skal góðkennast av Tórshavnar Býráði og Føroya Løgtingi”. Formliga er tað tó so, at avtalan fer ikki at verða løgd fyri Løgtingið, men í orðið ‘góðkenning’ skal leggjast, at Løgtingið ávikavist játtar neyðuga fígging til innkomuvegin á fíggjarlógini og samtykkir verklagslóg um ger av innkomuvegnum.

Ímeðan arbeitt verður fyri at útvega fíggingina til innkomuvegin, fyrireikar Landsverk verkætlanina, so at klárt er at fara í gongd, tá ið fígging og verklagslóg er klár. Eftir ætlan verður neyðug fígging fingin til vega og verklagslógin løgd fram í næstu tingsetu, so farast kann í gongd skjótast gjørligt.

Til spurning 2: 
Tað hevur drigið út at fáa undirtøku fyri at fáa fíggingina til vega, og í tí liggur eisini, at Løgtingið óbeinleiðis ikki enn hevur tikið undir við avtaluni. 

Til spurning 3: 
Ein týðandi orsøk til, at fíggingin ikki enn er fingin til vega, man vera, at nógvar aðrar áleikandi íløgur og verkætlanir eru í kapping við Innkomuvegin um at blíva raðfestar í langtíðarløguætlanini hjá landinum. 

Til spurning 4: 
Í galdandi fíggjarlóg fyri 2018 eru settar 6,5 mió.kr av til ger av innkomuvegnum. Í 2019 eru í langtíðarløguætlanini settar av 2 mió.kr, 6 mió.kr í 2020, 12 mió.kr í 2021, 54 mió.kr í 2022 og 34,5 mió.kr í 2023. 

Í mun til samtyktu fíggjarlógina, ið er galdandi fyri eitt ár í senn, eru tølini í langtíðarløguætlanini ikki bindandi, og eitt og hvørt landsstýri kann broyta tey. 

Til spurning 5: 
Ja, eg meini, at tað ber til at lata Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu í 2020, sum er tað, ið liggur í kortunum. Tá ið tað er sagt, fara tað ivaleyst at verða avbjóðingar við ferðsluni, eins og tað longu eru í dag, og sum víst hevur verið á í mong ár. 

Ein avtala varð tí longu í áttatiárunum undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og landsstýrið um innkomuveg, og í oktober 2016 varð aftur ein avtala um innkomuveg undirskrivað millum kommununa og landsstýrið.

Landsverk (LV) mælir til, at Innkomuvegurin verður gjørdur, so hann er tøkur at taka í nýtslu, tá ið tunn¬ilin letur upp fyri ferðslu, men Landsverk mælir tó ikki til, at upplatingin av tunlinum verður útsett, inntil Innkomu¬vegurin er gjørdur.

Verandi veganet í Tórshavn er ikki bygt til væntaðu framtíðar ferðslunøgdirnar í býnum, og endamálið við Innkomuvegnum er at lætta um við at býta ferðsluna til og úr Tórshavn í tvey. 

Ferðslan frá Norðurstreymoy og Vágum, ið skal til mið- og vesturbýin, Glasir og seinni Sandoyarleiðina, fer eftir Innkomuvegnum við Skarðshjalla. Og ferðslan frá tunlinum, ið skal sama veg, fer eftir Innkomuvegnum umvegis nýggjan sambindingarveg javnfjarður við Sandvíkarhjalla.  Hervið verður lætt um ferðsluna í eysturbýnum og eystur Hoyvík, herundir Hvítanesvegnum.

Ferðslumetingar hjá LV og teirra ráðgevum siga, at ferðslan til og úr Tórshavn fer at vaksa umleið 45%, tá ið tunnilin letur upp. Størstiparturin av hesum er ferðslulopið, ið er grundað á, at tað verður lættari at koma til og frá Eysturoynni og Norðuroyggjum. Haraftrat kemur vanligi árligi vøksturin á ferðsluni. Sum skilst á LV er ferðslulopið innroknað beinanvegin.

Eg loyvi mær tó at ivast í, um øll økingin ella ferðslulopið kemur eftir einum degi, og vónandi er Innkomuvegin liðugur, tá ið ferðslulopið slær fult ígjøgnum.

Lat ongan iva vera um, at Innkomuvegurin er neyðugur, tí longu nú eru avbjóðingar á verandi vegakervi, og gerandismorgnar ganga bíðirøðirnar allan vegin úr Tórshavn og framvið Sandvíkarhjalla. Ein trokan í Tórshavn kann eisini hava við sær, at full nytta ikki fæst av tunlinum, tí spard koyritíð í tunlinum kann verða brúkt í bíðirøðum í Tórshavn.

Tá ið tunnilin letur upp, uppstendur møguleikin fyri bíðirøðum eftir tunnilsvegnum – 600 metra strekkið millum rundkoyringina og tunnilsmunnan - og møguliga eisini inn í tunnilin, serliga um ferðslan úr tunlinum skal víkja leingi fyri ferðslu úr Tórshavn, sum skal gjøgnum rundkoyringina og norður eftir Kaldbaksvegnum. 

Í mun til avbjóðingina við møguligum bíðirøðum í tunlinum kann tað hava týdning, at ferðslan úr tunlinum hevur fyrsta rætt at koyra inn í nýggju rundkoyringina á Kaldbaksvegnum omanfyri tunnilsmunnan á Hvítanesi í mun til ferðsluna, ið kemur norðaneftir frá Kaldbaksvegnum. 

Mett verður, at gerandismorgnar millum klokkan 7 og 8 koyra 600 bilar frá Kaldbaksvegnum inn í Tórshavn, ímeðan 200 bilar koyra sama veg úr Tórshavn. Mett verður, at ein slík rundkoyring klárar 1.200 bilar um tíman, og metingar siga, at tá ið tunnilin letur upp, verður ferðslan áleið 1.100 bilar.

Bíðirøðir í tunlum kunnu vera til vanda fyri trygdina í tunlinum, serliga í samband við eldsbruna, og tí vil tað altíð vera ein støða, ið leiðslan fyri tunnilin og LV fara at hava eitt vakið eyga við.

Vónandi slepst undan trupulleikum við bíðirøðum niður í tunnilin, inntil Innkomuvegurin er liðugur – men óansæð hesa ítøkiligu avbjóðingina, vil ein manglandi Innkomuvegur hava stórar ferðsluligar avbjoðingar við sær inni í Havnini aftrat teimum, sum longu eru í dag.

Tórshavn 23. apríl 2018

Henrik Old
landsstýrismaður