Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lover Lover á G!

Lover Lover eru aftur í ár á G! skránni. Síðan bólkurin í fjør spældi fyrstu ferð á G! hava limirnir støðugt arbeitt við sínum tónleiki og spælt hópin av framførslum.

Lover Lover spæla okkurt sum líkist musikalskum kærleika, í øllum førum er talan um ein bólk mannaðum av tveimum monnum við serligum alski til tónleik, einum alski, ið skínur av teirra løgum.

Petur Háberg og Filip Mortensen hava báðir verið millum sterkastu oddamenn í føroyskum tónleiki í bólkum sum Bet U R Williams, The Ghost og Story Ends, men hava funnið saman í duoina Lover Lover, ið støðugt er vorðin betur umtókt.

Tónleikurin er jaligur poppur við tveimum gittarum og tveimum røddum spældur og sungin oman á forritaðum undirløgum.

Ársins G! Festivalur verður í døgunum 17. - 19. juli. Vitjið gfestival.fo fyri meira kunning um skrá og atgongumerki.