Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loysingarpolitikkur á Bryggjubakka Flaggdagin kl. 17:15

Tíðindaskriv:

Søgufrøðingurin Jákup Thorteinsson, dr. phil, sáli, var fyri 10 árum síðani biðin um at skriva søguna um loysingarrørsluna og politikkin, sum er komin úr hennara kjalarslóð. 2. apríl 2004 varð sáttmáli undirritaður ímillum Fólkatingsgrunnin og Jákup, ið hevði til endamáls at greina henda partin av Føroya søgu, og báðir partar vóru samdir um, at søgumaðurin hevði frítt at fara uttan okkara íblanding yvirhøvur. Tað var týdningarmikið, at tey søguligu objektivu eyguni skrivaðu hesa søguni, og ikki tað subjektiva partapolitiska sjónarhornið, sum bara hevur partvíst søguligt virði. Bókin er slóðbrótandi søguverk, við nógvum nýggjum upplýsingum og greiningum, og hartil er hópurin av myndum í bókini, sum higartil ikki hava verið almennar.

Flaggdagin – fríggjadagin – 25. apríl kl. 17:15 verður fyrri parturin av hesi verkætlan lagdur fram í bók. Framløgan verður í hølum Føroya Fiskimannafelags á Bryggjubakka.

Tiltakið er alment. Høgni Hoydal bjóðar vælkomin. Hallur Gilstón Thorsteinsson fer at tosa um pápan, rithøvundin og arbeiði hansara við hesi verkætlanini. Kári Sverrisson fer í tveimum syftum at spæla nakrar av sínum sangum. Høgni Mohr fer at hugleiða um, hvussu tað var at vera unglingi í hesum politisku rembingartíðum. Hans Andrias Sølvará leggur fram sínar ætlanir um annað bindið, sum partvíst fer at byggja á rannróknir Jákups Thorsteinssonar. Jonhard Mikkelsen fer at tosa um útgávuna og um føroyskt útgávuvirksemi yvirhøvur og Tórbjørn Jacobsen tekur samanum.

Tey sum hava tekna seg fyri bókina frammanundan hava høvi at fáa hana, og møguleiki verður hjá øðrum at ogna sær bókina á Bryggjubakka hendan dagin. Kostnaðurin er 340 krónur í reiðum peningi.

Fólkatingsgrunnurin