Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LOYSUNARORÐIÐ FYRI TRIVNAÐI ER FYRIBYRGING

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti Eldradagin 2015 á Vaglinum í morgun. Hann byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum til setan av eldradegnum 2015, ið er partur av alheims eldradegnum hjá Sameindu Tjóðum. 

- Tann 1. januar í ár yvirtóku kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum. Í hesum sambandi eru fleiri viðurskifti í Tórshavnar kommunu broytt.

Í dag verða allar tænastur og øll tilboð til aldrandi borgarar savnað í nýggjum stovni við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan, bæði til teirra, ið hava tørv á føstum búplássi, og til teirra, sum hava tørv á heimahjáp og heilsufremjandi tilboðum.

- Vit fegnast øll um, at tað eru fleiri frísk eldri, sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Og vit eru samd um, at vit eiga at tryggja okkum at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. 

- Tórshavnar kommuna er tí eisini partur av tí arbeiði, sum setir fokus á umstøðurnar og lívsdygdina hjá teimum eldru.

- Loysunarorðið fyri trivnaði er fyribyrging. Tað er ikki av tilvild ella bara til stuttleika, at vit fara at gera fimleik eftir setanina. Ein sera stórur partur av okkara arbeiði eigur at snúgva seg um fyribyrging av sjúku og sjúkuárinum. Fyribyrgjandi heimavitjan er partur av hesum arbeiði.

- Sum eg nevndi í byrjanini, so sprettir eldradagurin í Tórshavnar kommunu úr Sameindu Tjóðum, sum hevur sett 1. oktober av til altjóða eldradag. Í ár hevur ST sett “burðardygd og luttøku teirra eldru í lokalsamfelagnum” á breddan. Hetta snýr seg m.a. um at tryggja, at tey eldru hava ávirkan og sjálvræði yvir egnum viðurskiftum og kunna búgva heima sum longst. 

- Hetta snýr seg eisini um, at tey eldru skulu hava møguleikar at vera virkin í samfelagnum og hava rætt til umsorgan, herundir atgongd til heilsutænastur, so at tey kunnu viðlíkahalda ella vinna aftur kropsliga, andaliga og sálarliga vælværu og fyribyrgja ella seinka sjúku. Í stuttum – virkin og vakin, alt lívið!

- Tað er avbera gott, at vit hava virkin eldrafeløg og eldraráð, ið kunnu vegleiða okkum politikkarar og geva góð ráð í hesum sambandi, serliga nú vit hava fingið fulla ábyrgd av eldrarøktini.

- Kommunan fær gjøgnum heimavitjanartænastuna sera gott innlit í tørvin hjá teim eldru, sum búgva heima, og kommunan kann tí betri skipa tilboð og tænastur í samsvari við veruliga tørvin. Tænastan skapar álit, tryggleika og trivnað millum borgararnar og kommununa.

- Holla fakliga ráðgevingin og venjingarnar eru tí við til at geva okkara eldru borgarum eitt betri grundarlag fyri tí góða lívinum sum eldri, fult í samsvari við grundvirðini í eldrapolitikkinum hjá býráðnum.

- Áður vóru ættarliðini knýtt saman náttúrliga gjøgnum arbeiðið í gerandisdegnum. Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum og omma og abbi høvdu sín nátúrliga leiklut í húsarhaldinum, ikki minst eftir pensjónsaldur. Í dag búgva sjáldan fleiri ættarlið í sama húsi.

- Broytta lívsmynstrið setir størri krøv til hvønn einstakan at tryggja sín aldurdóm, men tað setir eisini krøv til kommunurnar.

- Tað er ein avbjóðing fyri kommununa at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar. Partur av hesum er í samstarvi við onnur, eitt nú Bústaðir, at útvega eldraíbúðir. Her vóni eg, at vit saman við Bústøðum um stutta tíð kunnu skipa eina bíðilista til visiteraðar borgarar, sum hava tørv á vardari eldraíbúð, har heimatænasta er knýtt at. Hetta vildi av sonnum verið eitt frambrot.

- Góðu tit øll, limir í eldraráðnum, starvsfólk og sjálvboðin – eg skal veita tykkum øllum stóra tøkk fyri tykkara týdningarmikla og kompententa lut í arbeiðinum fyri okkara eldru borgarar og okkara kommunu. 

- Eg vóni, at Tórshavnar kommuna eisini í framtíðini skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri. Vit eiga alla tíðina at hava sum stavnhald, at trivnaður skal standa í hásæti, tí uttan hann kann alt hitt gera tað sama.

- Góðan eldradag øll somul, eg vóni at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu síni á Vaglinum í morgun.