Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lucas Debes - FøroyaPed er Claussøn Friis

Professor emeritus Øystein Rian í Oslo hevur skrivað hesa umrøðu av bók Lucas Debes í enskari týðingí nýnorska blaðnum Dag og Tid:

Av Øystein Rian

Hugurin at fáa at kunnleika um landafrøði vaks munandi í endurføðingartíðarskeiðinum. Mætasta frásøgnin um Norðurlond kom út í Róm í 1555, skrivað av tí svenska erkibiskuppinum Olavus Magnusí útlegd síni (Historia de gentibus septentrionalibus). Peder Claussøn Friis, prósturin í Lister í Vestagderskrivaði um 1600 ta bók, sum kom út í Keypmannahavn 1632, eftir at høvundurin var deyður: Norriges oc Omliggende Øers sandfærdige Bescriffuelse. Einav hesumoyggjaflokkumvóruFøroyar.

Frásøgnin um Føroyar í 1673 og 1676
Í 1673 gav prósturin í Tórshavn, Lucas Debes, út einameir fullfíggjaðaFærøernes Beskrifvelsemeðan hann var staddur í Keypmannahavn. Ein fransi, Jean Sterpin, sum var málsligur úrmælingur, týddi bókina til ensktí samstarvi við tann bretska sendimannin í Danmørk, sum hevði stóran áhuga í landafrøði, og sum samstarvaði við fróðskaparfelagiðRoyal Society í London. Týðinginkom út í London 1676 við heitinumA Description of the Islands & inhabitants of Foeroe.

Bókiner nú í2017 útgivin í nýggjariútgávuí Tórshavn av Norbert B. Vogt, ein framúrskaranditýskurføroyaserkønur. Vogt hevursett1341 upplýsandifótnotur í hesa nýútgávu, fleiriuppískoytiogeitt eftirorð upp á102 síðurum Lucas Debes, um Føroya í 1600-árunum,og tær avleiðingar bókin hevur haft fyri kunnleikan umog áhugan fyri Føroyum.

Frásøgnin hjá Lucas Debes leggur út við einari nágreinligari landafrøðiligari umrøðu av oyggjunum og tí havi, ið er rundan um tær.

Hannheldurfram viðat greiða frá hvatføroyingar fáa burtur úr landi og sjógvi. Haðani fer hann undir at greiða frá landnáminumogsøguniannars við frásøgnum um gitnar føroyingar. Síðani er ein stuttur kapitul um teir eginleikarnar, ið eyðkenna føroyingar. Harumframt er ein frágreiðing um hvussu oyggjarnar vóru stýrdar, um rættarskipanina og handilsskapin.

Harnæst verður greitt frá kirkjuviðurskiftunum. At enda greiðir Lucas frá øllum tí dulda sum eingin kann skilja petti av, um huldufólk, sum tað ýður av í fjøllum og fjarum hagapørtum,og sum fáa vald á fólkum. Debes ger greittfyrilesarunum, at hettaer satans verk, og hanngevur tí grábeinta fleiri síður ennhann gevur kirkjuviðurskiftunum. Tannlutherskastrangtrúarlæranávirkar í stóran mun henda partin av bókini.

Kærur um fjarstýringina sum Kristoffur Gabel útinti
Maðurin sum skrivaði hesa bók, Lucas Debes, kom sum danskur tilflytari til Føroya í 1651 og varð sóknarprestur og rektari við latínskúlan í Tórshavn. Hann giftist einari prestaeinku. Hann varð skjótt alkunnugur við føroyska samfelagið og legði uppí ímótití vanstýri,sum ríkti í oyggjunum. Eftir1655 læt Fríðrikur 3. kongurFøroyartil alvinsin, Kristoffur Gabel. Sjálvurfekk Gabel undir seg fyrisitingina, skattainnkrevjingina og tann einahandil, som var komin í lag íFøroyum, og Gabel fekk sær embætismenn sum eyðrændufólkið. Gabel settialdri fót sín á land íFøroyum.

Prestar høvduikkiloyviatstuðlanøkrumsum klagaðu, men Debes gjørditaðallíkavæl. Hannvarð leingiforðaðurí at sleppa niður til Keypmannahavar við kærum til kong, men megnaði at koma avstaðí1672. Ikki var sørt, hann fekk burtur úr til frama fyri føroyingar, ta tíð hann var í høvuðsstaðum. Vanstýrið misti nakað av broddi sínum, men skipanin helt fram og sonur gamla Gabel, Fríðrikkur, slapp at stýra Føroyum líka til hann doyði í 1708. Tá hevði hann eisini verið varastathaldari í Noreg frá 1699.

Debes fekk nógv av skafti íKeypmannahavn frá 1672 til 1674. Ikki bert fekk hann undirtøku fyri kærum føroyinga. Hanngjørdist eisinimagistari íguðfrøðiog gav úteinateologiskaritgerð, umframt at hann gav út Føroyabók sína. Hanndoyðií Tórshavn í 1675, áriðeftir at hannkomafturtil Føroya.

Ósminkaðurog retusjeraðursannleiki
RithøvundurinWilliam Heinesen hevðiLucas Debes sum fyrimyndtil høvuðspersónin ískaldsøguniVónin góða,sum kom út í 1964. Í skaldsøguni verðursýnd einósminkað avmynding av viðurskiftunum íFøroyum um hetta mundið. Debes var sjálvur varnarií sínibók. Meðan hann í stillumbarfram kærurnarum vanstýrið hjá Gabel, grettihannikkieitt orð um hetta íbókini. Hann avmarkaði seg til at greiða frá stýrinum uttan at siga nakað um hvussu tað riggaði. Soleiðisvar bók hansaraeittdømi um hvussu leikur fór í tí donsku sensurmannagongdini.

Debes var tíikkiein danskurJonathan Swift, ella á nakran hátt sambærligur við hendanenskadómpróstin í Dublin, sum almannakunngjørdisvíðandi álop áensku eyðræninginaav Írlandií 1720-árunum. Isíniguðfrøðiligu ritgerð argumenterarDebes fyrieinum mest sum markleysum kongslýdni. Debes helt seg til tateokratiskuideologiina fyrieinveldið, sum førdi fram,at kongurhevði valdsíttfrá guði.

Hóast hetta gjørdi Lucas Debes Føroyum almikið lít við bók síni. Hon settioyggjarnar áheimskortið, ikkiberti danska bókaheiminum, men eisinií Europa, fyrst við tí ensku týðingini, sum kom so ótrúliga skjótt, men seinni eisini við týðing til týskt. Hettaelvditil størri áhugafyriFøroyum við nýggjum bókaútgávum í 18. og serliga í 19. øld.

Norska árinið á Føroyar
Kom Noreg inn í hesa mynd?

Í danatíðinivóruFøroya í støðugtvaksandi mun fyri árini úr Keypmannahavn.Fíggjarligu bondini við Bjørgvin og Vesturlandið vórðu slitin, og taðfekk týdningarmiklar avleiðingar. Hóast tað verður samskiftið við Noreg umrøtt á mest sum hvørjari síðu í frásøgnini hjá Debes. Týdningarmestu keldur hansara eru sagabókmentirnar og Peder Claussøn Friis, og harafturat trívur hann í norsku lógirnar og harumframt ta norskulógbókina, sum eisini var galdandi í Føroyum(landslógin sum Magnus Lógbøtari gav1274, loyst av av norsku lóg Kristians4. frá 1604og seinni, í 1687, tí hjá Kristiani5.).

Tanmlógin,sum hevði mest at siga fyri føroyingar var hon,som varð giviðav Hákun hertoga(sumseinnnigjørdist kongur Hákon 5.) í 1298. Meðan bróðirinEirikurvar kongur, vóruFøroyarein parturav hertogadøminum hjáHákuni, saman viðEysturlandinumog Hjaltlandi. Lógin sumHákun gav, var taðsokallaðaSeyðabrævið. Har eru nágreinligarreglur umhvussu mennskululaga seg hvør eftir øðrum seyðahaldi viðvíkjandi.Nakað styttvarð seyðabræviðstaðfest av Kristiani4. i 1637, og er her endurgiviðorð fyriorð í bókini.

Tað er sostatt skilligt av hesi alstóru kelduútgávu, at Føroyar vóru ein partur av Noreg og norskari søgu. Hetta var støðan til skilsmissuna í 1814 (Kielarsáttmálin). Tí eigur bókin at hava serligan áhuga fyri land okkara. Eitthvørt bókasavn við virðing fyri samfelagsskyldu síni eigur í minsta lagi at hava bókina á hillum sínum.

Lucas Debes, A Description of Foeroe 1676. Translated by John Sterpin. Re-edited, annotated and with an afterword by Norbert B. Vogt. 406 pages. Tórshavn 2017