Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LUM átalar avgerð um parkering í Havn

Álit viðv. klagu um handfaringina hjá Tórshavnar kommunu í einum máli um at seta parkeringsforboð 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Tórshavnar kommunu av einum máli um at seta parkeringsforboð.

Eftir at tekniska nevnd eftir tilmæli frá ferðslunevndini hevði samtykt at seta parkeringsforboð í eini gøtu, og parkeringsskeltini vóru sett upp, gav borgarstjórin umsitingini boð um at taka parkeringsskeltini niður aftur.

Umboðsmaðurin vísti á, at eftir § 20, stk. 1 í kommunustýrislógini er borgarstjórin leiðari fyri fyrisitingina og ikki nevndunum ella nevndarformonnunum. Ein borgarstjóri kann tískil ikki einsamallur broyta eina nevndaravgerð. Til tess at broyta ella ógilda eina nevndaravgerð krevst annaðhvørt ein samtykt í býráðnum ella ein nýggj samtykt í nevndini.

Umboðsmaðurin staðfesti eisini, at § 21, stk. 3 í kommunustýrislógini, sum heimilar borgarstjóranum at taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða ella har ongin orsøk er til iva, einans heimilar borgarstjóranum at taka avgerðir vegna býráðið. Ikki vegna nevndirnar. (LUM 17/00025)

Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f17-00025-alit-anonymt.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5773&Action=1