Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LUTA ÚT 24 NÝGGJ GRUNDSTYKKI

Tórshavnar kommuna fer í næstum at luta út 24 grundstykki í útstykkingini oman Gil í Hoyvík. Eftir ætlan er klárt hjá fólki at byggja á heysti 2015.

Fyribils kostnaðarmetingin sigur, at prísurin verður kr. 1830 fyri fermeturin. Grundstykkini eru í miðal 330 fermetrar til støddar. Hetta merkir, at grundstykkini í miðal fara at kosta áleið kr. 600.000. Prísurin er enn óvissur, tí tilboðini upp á arbeiðið ikki eru komin inn enn. Tískil er talan um leysliga meting.

Fólk fáa skriv

Í sambandi við útlutanina verða skriv send 50 teimum fremstu umsøkjarunum á bíðilistanum um at boða frá, hvørt teir hava áhuga at vera við í tillutanini. Hesi fáa skriv sendandi í komandi viku.

Um tvær vikur veit Tórshavnar kommuna, hvørjir borgarar eru áhugaðir í at verða við í tillutanini av grundstykkjunum. Síðani fer tillutanin fram eftir raðnum á bíðilistanum. Tað vil siga, at 24 teir fremstu umsøkjararnir, ið hava boðað frá luttøku, verða bodnir til lutakast. Snarskivan kunnar áhugaðar umsøkjarar um, hvussu og nær tillutanin fer fram.

Um útstykkingina

Oman Gil liggur oman fyri millum Gilja. Atkomuvegur verður gjørdur soleiðis, at nýggju grundstykkini eru knýtt at nýggja innkomuvegnum til Havnar.

Stórur hæddarmunur er í økinum, tí verður grivið, fylt upp og slættað soleiðis, at klárt er hjá fólki at byggja.

Oman Gil verður skipað við fríøki og felags parkeringsøki.

 

020514 SkitsuuppskDjúpagil.pdf