Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Luttøka á Laksa- og sølutorgið í Runavík

Árliga Laksa- og sølutorgið verður í Runavík leygardagin 20. juli kl. 10-16, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa eina ókeypis smakkiroynd av leskiliga laksinum frá Bakkafrost, sum Sjókaféin hevur tilgjørt.

Sum undanfarnu ár er nógv spennandi á skránni bæði til børn og vaksin. Møguleiki verður at seta tín dám á sølutorginum har tú kanst luttaka við onkum góðum til keyps so sum heimagjørdir lutir, framsýning av djórum, leika- og loppumarknaður, fiskur, bakaravørur, vaflur og kaffi ella onkrum heilt øðrum, ið tú heldur kundi verið áhugavert at uppliva ella selt.

Sig frá um luttøku á kunningarstovan@runavik.fo  ella ring til kunningarstovuna á 417060