Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lyftisbrot frá Boga Andreasen, býráðslimi fyri Fólkaflokkin

Eg gjørdist ikki sørt bilsin at lesa í fjølmiðlunum í dag, at liberali og borgarligi býráðslimurin úr Fólkaflokkinum, Bogi Andreasen meldar alment út, eitt rungandi nei til ein skattalætta til borgarar í Tórshavnar kommunu - hóast kommunukassin flýtir yvir av meirinntøkum. Sama útmeldingin er frá hinum býráðsliminum úr Fólkaflokkinum, Anniku Olsen - ongin skattalætti

 

Henda útmeldingin kemur, hóast kommunukassin flýtur yvir av pengum, raksturin er hækkaður og íløgurnar eru ovur stórar.

 

Og útmeldingin kemur, hóast Búskaparráðið og búskaparserfrøðin, vísir á ein skattalætta sum ein realistiskan møguleika fyri at stýra kommunubúskapinum í einari hóskandi javnvág. Inntøkurnar eru met stórar í ár og verða nærum 100 mió. kr. hægri enn ætlað.

 

Og ikki minst kemur henda útmelding hóast Bogi Andreasen alment gav lyfti í september 2016 um ein skattalætta í Tórshavnar kommunu uppá 2-4%.

 

Sostatt unna hvørki Bogi ella Annika skattaborgarunum ein part av hesari yvirflóðini av pengum, sum jú koma frá skattaborgarunum sjálvum.

 

Tað er onki í vegin fyri, at kommunuskattaprosentið kundi lækka t.d. við 0,25%-0,5% - spurningurin er um politiskan vilja og hóskandi raðfesting av rakstri og íløgum.

 

Hví fara hesi bæði fólkafloksumboðini í móti fakligu tilráðingini hjá búskaparserfrøðini?

 

Hví fylgja fakligum tilráðingum frá Rambøll og ikki frá Búskaparráðnum?

 

Tað er alt, sum bendir á, at Fólkaflokkurin í býráðnum, fult og heilt hevur lagt seg undir skjúrtuvelið hjá Tjóðveldi, sum onki hevur ímóti at oysa pening úr kommunukassanum.

 

Sloganið hjá Fólkaflokkinum um, at pengarnir liggja betri í lummanum hjá skattaborgarnum, sær opinbart ikki út til at galda fyri býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum

 

Sjálvandi kann og skal kommunuskatturin lækkast!

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu