Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lygn -forbannað lygn – statistikkur

Eg havi áður víst á, hvussu fólkafloksportalurin (vp) loypir á ósek fólk, ið hjálpa teimum mongu, ið mugu liva á lívsins skuggasíðu, og framleiðir fólkafloksstatistik móti flóttarfólkum í neyð. 

Nu leypa teir meira sniðfundiga á.

Tí í løtuni kanna teir, hvønn politiskan lit, fólk hava, sum lesa fólkafloksportalin, og mín sann, tey flestu eru fólkafloksfólk. Munnu fólk vera yvirraskaði? Kanska. Men tá tey klárna, so dugu flest øll at síggja væltilrættaløgdu fólkafloksindoktrineringina. Teir hava sjálvandi frammanundan sæð skeivu avleiðingarnar og stóru fyrimunarnar av at nýta ein fólkafloksportal og hava av somu orsøk gjørt tað.

Kanska eigur ein kvalifiserað politisk kanning at verða gjørd beinanvegin, tí so kundu samanlíkningar verðið gjørdar, og eg eri vísur í, at úrslitið hevði verið ein eygnaopnari av format.

Dagfinnur Danbjørg.