Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lygn, forbannað lygn og statistikkur

Hetta sló meg, tá eg á fólkafloksportalinum (vp) las: Tey ríku gjalda størri part av samlaða skattinum. Og longri niðri á síðuni: Flatskatturin fær tey ríku at gjalda meiri skatt .Men grafarnir vísa skattin í hvørjum inntøkubólki í % av samlaða skattinum – Ikki talið á skattgjaldarunum, tí sjálvandi, um fleiri eru í bólkinum, so verður meiri goldið í 2013 enn i 2011.. 

Soleingi vit ikki hava talið av skattgjaldarunum í teim ymsu bólkunum, so hjálpir ikki at gera haldgóðar niðurstøður, men tað er (kanska) eisini meiningin. Markleysur frekleiki við rullandi manipulatión eftir gomlu devisuni: Eg trúði, eg visti ikki betri . Higartil hevur slík undanførðsla gingið, men hon mann fara at verða steðgað skjótt. Fólkið fer ikki í longdini at finna seg í at vera rukkur í einum fólkafloks- sirkussi og enntá gjalda fyri seansuna í dýrum dómum.

So væl spælur klaverið heldur ikki.

Fyri uml. hálvthundrað árum síðani lærdi eg av lærdum manni at vera varin, tá talan er um statistik, tí mann kann verða snýttur, so tað stendur eftir, um mann ikki dugir at lesa hann krittisk og klárvakin, tí statistikkur er ofta framleiddur fyri at avspora hin einstaka, so hann góðtekur nakað, ið hann annars ikki hevði góðtikið, og so fortaldi hann um ein, ið var máldur til at hava tað sera gott, men vansin var bert tann, at hann lá við høvdinum í bakarovninum og føtrunum í frystarinum. Statistikkurin tók ikki fyrilit fyri høvdinum og føtrinum, so alt var at síggja til, sum tað átti at vera. Hetta minnir ikki sørt um fólkafloksins grafir og grein, har hvørki høvd ella føtur verða tikin í álvara, soleiðis at heildarmyndin er í lagi, men tað snýr seg ikki um heildarmynd, men um villeiðing av fjøldini og herundir villleiðingar av teimum vinstrahallu og KVF, soleiðis sum skrivað stendur.

Fyri einum 2 – 3 mánaðum síðani legði fólkafloksportalurin eina politiska kanning av floksbýtinum tá út á portalin. Fólkaflokkurin stóð til at fáa 27%. Eg minnist ikki hvat hinir fingu. Sjálvandi mátti eg kanna málið viðvíkjandi, hvussu arbeitt hevði verið fyri at fáa eina tílíka fullkomliga aparta niðurstøðu, og fann eg tá fram til, at lesararnir á vp vóru teir einastu, ið høvdu valt flokk. Harra Jemini fyri objektiv kanning. Men fólkaflokkurin hevði fingið 27 % av fólkafloks portalsins lesarum, og so var alt, sum tað átti at vera. Fantastiskt. Fullkomuliga úti í hampinum. Ì fókafloksins eygum er fjøldin ikki bara býtt, men skítbýtt. Og hetta skínur kraftiga ígjøgnum í fólkafloksins (Jørginsa) grafisku grein við infantilum viðmerkingum um fátæk og rík (rík í gásareygum ha, ha....), har : Tey 'ríku' gjalda størri part av samlaðu skattinum – sum tað stendur í yvirskriftini. Alt annað hevði verið sera, sera løgið kanska uttan í fólkaflokshøpi.

Dimmalætting hevði á forsíðuni í 2011 grafiskar myndir av flatskattans ávirkan á skattin frá 0 kr. til eina mill. kr,. og har var eingni ivi um, at skattalættin øktist upp til eina mill.kr. í inntøku, og hetta hevur staðið órørt og fast til dagin i dag. Nú siga fólkafloksmen, at flatskatturin økir skattabyrðuna hjá ríkmonnum, meðan fátæki maðurin og fátæka konan sleppa bíligari.

Tað er fakta eftir grafiskum skattabólkum uttan tøl fyri, hvussu nógv eru í hvørjum einstøkum bólki. Men hví siga sannleikan, tá mann kann lúgva seg burtur úr tí. Og soleiðis kann hann (ella eisini teir), so sum hann plagar at gera leggja onnur undir misinformatión í hesum førinum vinstrahall og KVF.Skurkurin er hann sjálvur: eg visti ikki, eg trúði bla. bla. bla – tí gongur tað, so gongur tað, og gongur tað ikki, so gongur tað álíkavæl.

Higartil hevur lygnin verið teimum góð. Mest sum ov.

Dagfinnur Danbjørg.