Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magna Carta 800 ár – Kvinnur valrætt í 100 ár - Vága floghavn – Atkinsonferðin 1833

Posta gevur  út fýra ymiskar frímerkjaútgávur

Magna Carta 800 ár
Í juni í 2015 eru 800 ár liðin síðan eitt hitt týdningarmesta skjalið í heimssøguni, Magna Carta, varð staðfest við innsigli á meyrulendinum Runnymed í Berkshire. 

Á frímerkinum er endurgivin best kendi parturin úr upprunaliga Magna Carta skjalinum:
”Eingin frælsur maður skal handtakast, fongslast, gerast útlagin, lýsast friðleysur ella á nakran hátt koyrast á húsagang, ei heldur rættarsøkjast, uttan við lógligan dóm av sínum líkum og landsins lógum!”

Lagt til rættis: Anker Eli Petersen
Virði: 24,00 kr

Kvinnur valrætt í 100 ár
Í 1915 fingu føroyskar kvinnur valrætt. Rættin at velja og harvið rættin at taka beinleiðis lut í fólkaræðinum fingu tær í sambandi við, at danska grundlógin varð endurskoðað og broytt 5. juni í 1915. Konufólk í Føroyum fingu rættindi at velja umboð til bæði tingini í ríkisdegnum, og árið eftir atkvøddi Føroya Løgting fyri broyting í løgtingslógini, og nú fingu kvinnur eisini valrætt til Løgtingið. Fyrstu ferð kvinnur vóru á politiskum vali var til løgtingsvalið í 1918. 

Tekning: Edward Fuglø
Virði: 36,00 kr

Vága Floghavn
Tann 18. juni 2014 varð nýggi terminalurin á Vága floghavn tikin í nýtslu. Eitt nútímans bygningsverk í glasi og stáli, lagað til serstaka føroyska landslagið. Sambært arkitektunum er tað søgan hjá flogvøllinum, ið hevur givið íblástur til skapið á bygninginum – stóra bogaða tekjan er ein kvøða til ensku barakkirnar frá tíðini, tá bretar bygdu flogvøllin í fyrru helvt av øðrum heimsbardaga.

Nýggi terminalurin er annað stig í útbyggingini, sum byrjaði í 2007, tá Føroyar yvirtóku flogvøllin frá donsku flogmyndugleikunum. Fyrsta stigið var at leingja lendingarbreytina frá 1250 til 1800 metrar – og at seta eina nútímans ILS-innflúgvingarskipan upp, so lendast kann í øllum veðri. Arbeiðið við at leingja flogbreytina varð liðugt í 2011 og hevur skapt munandi størri kapasitet til floghavnina, sum nú kann taka ímóti størri flogførum, veita betur reglusemi og betur trygd til flogførini.

Myndir: Jógvan Helgi Hansen
Tvey frímerki: 8,50 og 15,00 kr

Atkinson ferðin í 1833** Tann 26. mai 1833 stevndi enski ferðahøvundin George Clayton Atkinson (1808-1877) úr Newcastle við skipinum Peggy ávegis til Føroya. Endamálið við ferðini var at granska náttúrusøgu. Serliga hevði hann áhuga fyri fugla-, jarð- og fólkalívsfrøði.

Ferðin hjá Clayton Atkinson er kanska heldur ókend her um leiðir, men tá Elisabeth II drotning kom á vitjan til Íslands í juni 1990, hevði hon ferðafrásøgnina "Journal of an Expedition to the Feroe and Westman Islands and Iceland 1833 by George Clayton Atkinson" við sum gávu til íslendska forsetan Vigdís Finnbogadóttir. Tað, sum ikki er so kent er, at Clayton Atkinson eisini ferðaðist í Føroyum, og at her finnast nakrar av teimum fyrstu og mest forkunnugu frágreiðingunum og myndunum vit hava.

Tey fáu ferðandi vit finna í 18. øld og í byrjanini av 19. øld, løgdu nærum ongar tekningar og málningar eftir seg, tí er ferðin hjá Clayton Atkinson eitt høvuðsverk innan topografi, og serliga myndirnar eru forkunnugar.

Eitt smáark við fýra frímerkjum, ið vísa tekningar frá ferðini. Lagt til rættis: Kim Simonsen

Á heimassíðuni www.stamps.fo fæst meiri at vita um hesar frímerkjaútgávur