Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Laksáfoss vitjar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, var í gjár, eftir innbjóðing frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy, á vitjan í Hovi og í Vági.  

Næmingarnir á miðnámsskúlanum vildu hava Magna at greiða frá uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um eina fiskivinnunýskipan, sum alment varð lagt fram 28. november í 2016. Uppmøtingin var góð, hóast tiltakið var eftir skúlatíð.

Eisini fekk hann høvið at vitja Pálshøll í Vági og síggja sera áhugaverdu Marghøllina í Vági. 

Teir, sum skipaðu fyri ferðini og tiltakinum vóru Tummas í Dali og Sjúrður Ferjá, báðir lærarar á Miðnámsskúlanum.

Sambandsflokkurin