Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Heinason stórar umvælingar

Magnus Heinason er til klassaeftilit í hesum døgum. Skipið er so illa farið av rusti, at stór arbeiði skulu gerast, áðrenn tað fær loyvi at fara í sigling aftur.

Ellisbrek merkjast týðiliga á okkara 34 ára gamla rannsóknarskipi. Tjúkdarmátingar hava avdúkað, at pláturnar eru ov tunnar nógvastaðni og mugu skiftast. T.d. skulu meira enn 18 metrar av plátum í skipssíðuni skiftast út, lensibrunnarnir í lastini eru ov tunnir og mugu umvælast, feskvatnstangi skal umvælast, lensiportur skulu umvælast, ein partur av niðara dekki skal skiftast, fleiri skott skulu umvælast og posapavnurin er so illa farin, at hann má mestsum gerast av nýggjum. Hetta má gerast, áðrenn skipið fær loyvi at fara í sigling aftur. Eisini er stýrhúsið ov tunt nógvastaðni og má umvælast.

Afturat klassakrøvunum kemur vanligt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði, sum gomul skip sjálvandi krevja.

Eftir ætlan skuldi skipið út á yvirlitstroling á Landgrunninum tann 1. august. Hetta má útsetast.