Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Rasmussen spyr um tørvin á serlæknum

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um tørvin á serlæknum í føroyska heilsuverkiunum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvørji serlæknaøki mangla serlæknar í dag?

2.    Hvussu nógvir serlæknar er talan um?

3.    Hvørjum serlæknaøkjum eru konsulentar á?

4.    Hvat verður gjørt fyri at manna serlæknastørvini ?

5.    Hvørji serlæknaøkir verður ikki mett, at ráðiligt er at bjóða í Føroyum í nærmastu framtíð?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at føroyska heilsuverkinum tørvar serlæknar - hetta hoyra vit mangan sagt, og soleiðis er tað eisini. 

Í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið stendur: ..” at samanumtikið eigur tað føroyska sjúkrahúsverkið at stremba eftir, at so nógvar viðgerðir á so nógvum serlæknaøkjum sum gjørligt verða bjóðaðar í Føroyum. Tað eru tó nøkur sera høgt spesialiseraði økir, sum tað ikki verður mett ráðiligt at bjóða í Føroyum í næmastu framtíð.”

Vit eiga sjálvsagt at hava eitt dagført heilsuverk á sama støði, sum grannalond okkara hava, har sjúklinginum stendur í boði at fáa tær neyðugu viðgerðir og ráðgeving, soleiðis at lívsdygdin verður so góð sum á nakran hátt tilber.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fatanin í Føroyum er stundum, at alt ov nógvir serlæknar mangla, og tí er neyðugt við konsulentum, sum eru í Føroyum styttri ella longri tíð. Hetta kann viðføra, at sjúklingarnir ikki kenna tann neyðuga tryggleikan, sum teir eiga at kenna.      
                                          
Tá konsulentskipan verður brúkt, so viðførir tað av og á, at sjúklingarnir sleppa  bert til serlæknan t.d. eina ferð um árið, og onkuntíð gongur longri tíð. Hetta er ikki nøktandi, og eingin ivi kann vera um, at betri hevði verið, at serlæknin var tøkur hjá sjúklingunum alt árið. 

Sambandsflokkurin