Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo


Føroysku yvirlitstrolingarnar vórðu gjørdar við Tróndi í Gøtu.

Makreltilfeingið bara økist

Dan Klein --- 01.09.2017 - 09:30

Biomassin – tonsatalið – av makreli er øktur 13 prosent í 2017 samanborið við 2016. Eisini svartkjaftastovnurin er øktur í tonsum. Biomassin av norðhavssild er minkaður, men stovnurin er stabilur. Tað vísa yvirlitstrolingarnar, sum kortini ikki kunnu standa einsamallar, tá stovnsmetingarnar verða gjørdar.

Líkindi eru fyri, at 2017 gerst eitt gott makrelár. Skipaðu yvirlitstrolingarnar hjá ICES vísa nevniliga, at makrelstovnurin í norðurhøvum – í føroyskum, íslendskum, grønlendskum og norskum sjógvi – er øktur við 13 prosentum í tonsum síðani í fjør.
Og lítið er at ivast í, at skipini eisini fara at fáa størri makrel í ár enn í fjør, tí sjálvt um tonsatalið er nógv økt, so er talið á makrelum minkað við tveimum prosentum. Tað merkir sjálvsagt, at miðalvektin á fiskinum er økt.

Eisini svartkjaftastovnurin er øktur í tonsum. Hann er øktur 3,5 prosent síðani í fjør. Eisini svartkjafturin er væl størri í miðal, tí í tali er stovnurin minkaður heili 19 prosent.

Við norðhavssildini er øðrvísi. Har er biomassin minkaður við 10,5 prosentum síðani í fjør. Og sildin er smáttfallandi, tí í tali er stovnurin øktur við tveimum prosentum.

Kortini er vandi ikki á ferð við norðhavssildini, tí miðalstóri 2013-árgangurin byrjar at síggjast aftur í fiskiskapinum.

ICES-tølini síggjast í einum arbeiðsskjali, ið er gjørt í sambandi við stovnsmetingarfund, sum ICES-arbeiðsbólkurin, ið granskar ferðandi fiskastovnar, heldur í Keypmannahavn í døgunum 30. august – 5. september.

Eydna í Homrum, lívfrøðingur, PhD, á Havstovuni hevur saman við Leon Smith, verkfrøðingi á Havstovuni, staðið á odda fyri føroyska royndarfiskiskapinum, og hon er við á ICES-fundinum í Keypmannahavn.

Hon leggur dent á, at yvirlitstrolingarnar einsamallar eru alt ov veikt grundarlag til at siga, hvussu nógv, tað er ráðiligt at fiska av stovnunum.

- Samanumtikið sær tað ikki so galið út, men yvirlitstrolingarnar geva bara eitt parametur til samlaðu stovnsmetingarnar, sum eru grundarlag undir ICES-tilmælini um fiskiskap. 

Týdningarmest eru veiðuhagtølini frá í fjør, sum saman við hesum kanningunum og millum annað eggjateljingum verða brúkt í útrokningunum, sigur Eydna í Homrum.

Stovnsmetingar eru ikki bara løtumyndir av biomassa (tonsatali) og tali á individum. Gýting, tilgongd, og hvussu nógv er til av hvørjum árgangi eru eisini týðandi parametrar saman við nógvum ørðum.
Eydna í Homrum vísir millum annað á, at eggjateljingarnar í fjør vístu, at makrelurin í stórum tali gýtti, har vanliga sera lítil gýting er, millum annað í føroyskum sjógvi. Vanliga gýtir hann í sjóøkinum frá Biscaya-víkini og norður um Írland.

- Men eggjateljingarnar eru bert triðja hvørt ár, so ongin hevur verið í ár. Tí vita vit ikki, um fyribrigdið í fjør bara var ta einu ferðina, ella um talan er um eina veruliga broyting í gýtingarmynstrinum. At makrelstovnurin er væl fyri, er tó ongin ivi um, sigur Eydna í Homrum.

Tað er svartkjaftastovnurin eisini, og tó at sildin er minkað nógv í biomassa, merkir tað ikki, at stovnurin er í vanda.

- Tað hevur ikki verið vanligt at fiska sildina serliga hart, og tí eru útlitini fyri henni hampuliga góð. Biomassin er fallin nógv, men kortini er talið av individum økt. Høvuðsorsøkin til tað er, at miðalstóri 2013-árgangurin nú byrjar at koma inn í fiskiskapin. Sleppur tann sildin at vaksa, so fer tað eisini at síggjast aftur í biomassanum næsta ár og fram eftir, sigur Eydna í Homrum.

Yvirlitstrolingarnar eru gjørdar í tíðarskeiðnum 3. juli til 4. august. Tróndur í Gøtu hevur gjørt royndirnar í føroyskum sjógvi, Finnur Fríði í grønlendskum sjógvi, íslendski Árni Friðriksson í íslendskum sjógvi og norsku Kings Bay og Vendla í norskum sjógvi.

Alt ICES-arbeiðsskjalið, sum er á enskum máli, kann takast niður sum pdf: http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//ICES-fr%C3%A1grei%C3%B0ing.pdf