Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makreluppboðssølan í 2011

Í stuttum er at siga, at tá tosa verður um uppboðsølu í 2011 var tað eitt ár við søguliga høgum makrelprísi og harav søguliga stórum avgjaldi. Skip og manning betaltu tilfeingisgjaldi, umvegis lægri avreiðingarprís. Vit høvdu ikki egin virkir til móttøku og heldur ikki sølukanalir og tað var til fyrimuns fyri Lafayette. Vit mistu møguliga 100-300 milliónir, tí vit ikki høvdu frystivirkir og sølukanalir. 

Í 2011 blivu seld 20.000 tons á uppboðssølu fyri 72 milliónir. Miðalprísurin var 3,60 kr./kg.

Pacific Voyager fiskaði gott 14.000 tons og djúpvatnstrolararnir í Hvalba fiskaðu uml. 6000 tons. Í alt var hetta ca. 20.700 tons og miðalprísurin hesir fingu frá Lafayette, sum átti kvotuna, var 2,15 kr./kg. Tróndur í Gøtu fekk í 2011 í miðal kr. 5,75 fyri makrel. Júst sami prísur Lafayette keypti fyri, írokna tilfeingisgjald, 

Tí kunnu vit staðfesta, at tilfeingisgjaldi bleiv beinleiðis trekt av prísinum sum skipini fingu. T,v,s, at skip og manning hava goldið 100% av tilfeingisgjaldinum. 

Norðborg, sum frystur umborð, fekk 10,80 pr. kg. Í miðal fyri árið! Miðalprísurin fyri allan makrelin í 2011 var kr. 5,39

Norðlýsið hevði grein, um Lafayette. Har lósu vit, at kinesararnir tjentu ca. 33 kr. pr. tíma. Írokna mat gevur tað kanska 40 kr. tíman. Lønin á frystivirkjum her á landi er ca. 160 kr. tíman all inklusive, ella 4 ferðir so nógv, sum umborð á Lafayette.

Tá tosa verður um tilfeingisgjald er eisini neyðugt at vita, hvat prísurin á heimsmarknaðinum var í 2011 og hvat hann er í dag. Fyrst skal nevnast at fram til 2010 var føroyskur og norskur prísur so at siga tann sami. Men frá 2010 til 2013 var munur á og í 2014 var aftur rættuliga eins prisur. Í 2011 var prísur fyri makrel í Noreg kr. 11,51 meðan hann í 2014 var 6,74. Munurin er 4,77 kr./kg. Hetta er tað sum køkan at deila er minka síðan 2011. Hetta eiga vit eisini at telja við.

Prísurin í Føroyum var nógv lægri enn í Noreg í 2011. Tí mistu vit sera nógvar pengar í 2011. Men tann prísur, sum tá fekst verður helst ongantíð aftur!

Í stuttum er at siga, at tá tosa verður um uppboðsølu í 2011 var tað eitt ár við søguliga høgum makrelprísi og harav søguliga stórum avgjaldi. Skip og manning betaltu tilfeingisgjaldi, umvegis lægri avreiðingarprís. Vit høvdu ikki egin virkir til móttøku og heldur ikki sølukanalir og tað var til fyrimuns fyri Lafayette. Vit mistu møguliga 100-300 milliónir, tí vit ikki høvdu frystivirkir og sølukanalir.

Umboðsmaðurin hjá Lafayette segði, í 2014 haldi eg, at eitt møguligt tilfeingisgjald kundi verið 2,50 kr./kg. Tað kann so metast um hetta við atliti til at lønarlagið umborð á Lafayette er ¼ ella kanska minni av tí á landi. Somuleiðis hava virkir á landi rentur og avskrivingar at dragast við, sum skulu setast upp ímóti tí hjá einum skipi, sum annars einki hevður at gera. Og somuleiðis skal metast um hvørt tey skip sum fiska hetta eru mannað við undirløntari arbeiðsmegi ella góðtaka undirprís, tí alternativi at fiska annan fisk er verri.

Og landskassin fær í dag eitt tilfeingisgjald. Hetta skal síðan mótroknast.

Út frá hesum dugi eg ikka at síggja at kjak um tilfeingisgjald tekur støði í veruleikanum í dag. Tí eru vónirnar um stórar pengar uttan hald í veruleikanum og valstríð við nógvum og dýrum lyftum, sum fíggjast skulu umvegis tilfeingisgjald sakna hald í faktiskum tølum.

Eivind Jacobsen
Strendur