Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málið við trýsttanganum má loysast

Føroya Havbúnaðarfelag heitir á landsins myndugleikar um at loysa málið viðvíkjandi vantandi viðgerð í trýsttanganum hjá Vørn. Alivinnan nýtir dagliga tænastur frá kavarum, og tí hevur tað alstóran týdning, at tilbúgvingin á landi virkar, tá tørvur er á tí

Í gjárkvøldið 2. juni boðaðu fleiri vinnulig kavarafeløg frá, at tey steðga øllum sínum virksemi beinanvegin. Orsøkin er, at eingin viðgerð fyri kavarasjúku verður í trýsttanganum hjá Vørn frameftir.

Vinnulig kaving hevur stóran týdning fyri alivinnuna í Føroyum, ið dagliga nýtir kavarar til at fremja eftirlit og viðlíkahald av útgerð í sjónum umframt aðrar uppgávur í samband við t.d. tøku og handfaring av fiski. Tí hevur tað alstóran týdning, at tilbúgvingin í samband við viðgerð av kavarasjúku er nøktandi, tá eitt óhapp hendir.

Viðgerð fyri kavarasjúku er ein tænasta, ið tað almenna hevur veitt í nógv ár, og hetta eigur at halda fram. Hvussu málið skal loysast, eiga avvarðandi myndugleikar í felag at finna fram til.

Havbúnaðarfelagið skilur avgerðina hjá teimum vinnuligu kavarunum um at steðga virkseminum, hóast hetta fer at órógva virksemið hjá alivinnuni. Tí krevst ein loysn á málinum beinanvegin.

Nevndin í Føroya Havbúnaðarfelag heitir tí staðiliga á avvarðandi myndugleikar um at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast, so at kavarar trygt kunnu halda fram við sínum virksemi.

Føroya Havbúnaðarfelag

Limir í Føroya Havbúnaðarfelag eru Bakkafrost, Faroe Farming, Luna og Marine Harvest Faroes