Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málráðið mannað

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur valt nýggja Málráðið, sambært løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um Málráð, sum skal avloysa Føroysku málnevndina. Í Málnevndini vóru fimm limir, men í nýggja Málráðnum vera ellivu limir, sum síðan skipa seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Við hesi skipan er ætlanin at tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir.

Limirnir í Málráðnum verða valdir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.

Málráðið 1.1.-2013-31.12.2016 er hetta:

Formaður í Málráðnum er Zakaris Svabo Hansen, adjunktur í málfrøði og limur í Málráð Norðurlanda, eftir tilmæli frá Móðurmálslærararafelag Føroya.

Næstforkvinna er Katrin N. Simonsen, studentaskúlalærari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.

Hjalmar P. Petersen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum. Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini. Kári Leivsson, sálarfrøðingur, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya. Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi. Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði og formaður í Navnanevndini, eftir tilmæli frá Navnanevndini. Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya. Eivind Weihe, formaður í Staðarnavnanevndini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini. Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum. Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.

Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum. Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við spurningum.

Nýggja Málráðið tekur við 1. januar 2013, tá Málnevndin fer í søguna.