Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mánakvøldið hevði Samhald aðalfund, har nevndarval var á skránni umframt orðaskifti um framtíðar fiskivinnupolitikkin

Tíðindaskriv: Samhald, ið er veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy, hevur 13 nevndarlimir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Soleiðis standa hvørt ár ávikavist 6 og 7 limir fyri vali.

 

Hesuferð stóðu fyri vali: Hans Kr. Abrahamsen, Jan Abrahamsen, Mikael Dalbø, Niklas Foldbo, Jógvan I. Olsen og Sighvatur Sighvatsson.

 

Mikael Dalbø og Niklas Foldbo bóru seg undan afturvali og í teirra stað vóru valdir Hanus Jacobsen og Niclas Davidsen.

 

Í nevndini eru nú:

Hans Kr. Abrahamsen,

Jan Abrahamsen,

Niclas Davidsen,

Oddur Ejdesgaard,

Hans Petur S. Djurhuus,

Hanus Jacobsen,

Tummas Eli H. Joensen,

Jarmund Kruse,                         

Olga Magnussen,

Jógvan I. Olsen,

Johan Petersen,

Sámal P. Petersen og

Sighvatur Sighvatsson

 

Tiltakslimir eru:

Eiler Lamhauge og

Ólavur Thomsen

 

Grannskoðari er

Símun Mittún

 

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

 

Aftaná aðalfundin løgdu Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini og limur í serliga fylgibólkinum, sum arbeiðir við nýggja fiskivinnupolitikkinum og Edva Jacobsen, tingkvinna, upp til orðaskifti um framtíðar fiskivinnupolitikkin.

 

Alfred greiddi frá umstøðunum í samband við, at øll fiskiloyvi fara úr gildi í 2018 og at tað tí var sera átroðkandi at fáa orðað og viðtikið ein nýggjan fiskivinnupolitikk við størst møguligari semju bæði politiskt og í vinnuni.

 

Hann kom inn á gildistíð á fiskirættindum, skipan við tilfeingisrentu/gjaldi, reglur um útlendskan kapital og ognarskap í føroyskum fiskiskipum, umsitingarætlan í fiskivinnuni, og um hugtakið ”ogn Føroya fólks”.

 

Edva kom inn á endamálsorðingar og atlit at taka í avgerðum um reguleringar, bólking av fiskiflotanum, loyvisskipan og umsetiligheit og brúksskyldu á fiskirættindum.

 

Sum vera man, tók lívligt orðaskifti seg upp um uppleggini frá Alfred og Edvu og menn vóru ójavnir á máli, um tað nú var best at fara ein ella annan veg. Serliga snúði orðaskifti seg um tað var rætt at taka tilfeingisrentu ella –gjald og í heila tikið, um í hvønn mun vinnan skuldi skattast.

 

Onkur vísti á, at vinnan í fyrstu atløgu skuldi útvega arbeiðspláss, onkur annar vísti á, at vinnan hevði megnað tað, ið politiska skipanin ikki hevði megnað, at fáa framgongd í Suðri við eini risaíløgu í uppisjóvarvirki.

 

Eisini tá talan var um útlendskan kapital vóru ymiskar hugsanir. Onkur helt, at vit skuldu vera varin, meðan onnur hildu, at tað átti at verið givið loyvi til størri luttøku frá útlendingum, men at neyðugt var við reguleringsskipanum, soleiðis, at virðini blivu í Føroyum.

 

Alt í alt ein sera lívligur, gevandi og konstruktivur fundur.