Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mannamunur

Ein av aðalhyrnissteinunum í okkara politisku skipan er at vit ikki skulu gera mannamun. Myndugleikar okkara skulu geva øllum somu viðferð uttan mun til hvørji tey eru.

Løgið er, at hesin aðalhyrnissteinur í okkara fólkaræði verður fullkomuliga burturtagdur, nú tunnilsorðaskiftið fer fram.

Tjóðin hevur havt nógvar avbjóðingar, síðan ætt okkara setti búgv her. Men fyrr vóru avbjóðingarnar tær somu um alt landið, og tað var eins liviligt allastaðni.

Nú nýggj tíð er komin, er hetta broytt. Nú hava vit fingið eina skipan, sum veitir miðstaðarøkinum fyrimunir, meðan tey uttanfyri verða revsaði.

Eitt dømi um hetta er tann skattur, sum verður lagdur á ferðsluna.

Alkunnugt er, at ferðslan við ymsum gjøldum rindar einar 400 milliónir í skatt, og at 200 av hesum milliónum fara til vegakervið, meðan hinar 200 milliónirnar fara til onnur endamál.

Ein av hesum skattum er tann upp á brennievni. Tá vit keypa ein litur av brennievni, er tað bert ein lítil partur, sum fer til vøruna vit keypa. Meginparturin er skattur.

Men tað er sera ymist, sum hesin skattur rakar borgararnar. Tey harðast raktu eru tey, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum. Skulu tey fáa gagn burtur úr tí íløgu, tey hava gjørt í akfar sítt, noyðast tey at nýta nógv brennievni, og harvið gjalda nógv í skatti.

Nú er hesin mannamunur vorðin alt verri. Vit hava fingið tunlar, sum eru fíggjaðir við nýtslugjøldum. Enn eitt eykagjald fyri tey, sum eru so óheppin at búgva uttan fyri miðstaðarøkið!

Tíbetur er okkurt, sum bendir á, at tann meiriluti av Føroya fólki, sum verður raktur av hesi niðrandi framferð hjá myndugleikum okkara, er farin at øtast við. Hetta er fyrsta fortreytin fyri at fáa annað skil í lag!

Mangir eru teir tingmenn, sum kunnu takka veljarum í Norðoyggjum, Eysturoynni, Norðurstreymoy, Vágum, Sandoynni og Suðuroynni fyri sess sín á tingi. Hvat er meira rímiligt, enn at teir taka lógvatak saman fyri at gera enda á tí mismuni, sum veljarum teirra er fyri? Tað ber jú til at gera tað koyrandi millum allar høvuðsoyggar landsins og tryggja kappingarføri og menningarmøguleikar uttan mun til hvar fólk búgva. Orsøkin til, at tað ikki verður gjørt, er tann misskiljing, at hetta er til skaða fyri tey sum búgva í miðstaðarøkinum. 

Veruleikin er nevnliga tann, at eisini tey í miðstaðarøkinum fara at fáa almiklan vinning burtur úr at mannamunurin verður burturrikin. Nógv av teimum hava røtur sínar aðrastaðni í Føroyum. Verður koyrandi úr Sumba til Viðareiðis kunnu eisini tey, sum búgva í miðstaðarøkinum, uttan darv sleppa allastaðni í okkara alfagra landi, bæði í vinnu og til ítriv.

Tað er tí nógv at vinna við at taka av tann mannamun, vit hava í ferðsluni í Føroyum, og at síggja til, at vit innan fá ár fáa eins sømdir fyri allar okkara borgarar.

Zakarias Wang