Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

March for Science verður 22. apríl

Kring heimin fara granskarar og onnur at ganga kravgongu til frama fyri vísindum leygardagin 22. apríl.

Hugskotið kemur úr USA, har granskarar og onnur fara at gera vart við týdningin av vísindum og at granskingargrundað vitan verður nýtt í samfelagnum. Tað verður lagdur serligur dentur á, at vísindi ikki kenna nøkur mørk og at styrkin er fjølbroytni og opinleiki.

Sambært stigtakarunum er 'March for Science' fyrsta stigið í eini alheims rørslu til at verja týðandi leiklutin, sum vísindi hava fyri heilsu, trygd, búskap og stjórnir okkara.
Tiltakið verður í fleiri enn 500 býum undir yvirskriftini ’Science, no silence.’
Hug at vera við?

Tað er ikki lýst við nøkrum tiltaki í Føroyum, men til ber at verða við á netinum. Tú kanst skráseta teg á heimasíðuni ‘March for Science’: https://www.marchforscience.com/

Ert tú uttanlands eru ríkir møguleikar at vera við. 

Í Danmark verður ‘March for Science’ í Aarhus og København. Sí her: http://www.marchforscience.dk/?lang=da 

Í Íslandi verður ‘March for Science’ í Reykjavík. Sí her: http://lifvisindi.hi.is/node/1347

Í Noregi verður ’March for Science’ í minsta lagi sjey støð. Sí her: http://marchforsciencenorway.com/

Í Svøríki verður ’March for Science’ í minsta lagi fimm støð. Sí her: https://www.marchforscience.se/

Ein grein er í Videnskab.dk um ‘March for Science’ í dag. Sí her: http://videnskab.dk/kultur-samfund/forskere-demonstrerer-hvis-niels-bohr-levede-ville-han-deltage
  
Ert tú við til tiltakið, verður heitt á teg um at brúka #marchforscience á Instagram og Twitter.