Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Margháttligur logikkur á Landsverk

Tíðin er komin at sessast at umrøða avbjóðingarnar.

Tað er ein margháttligur logikkur, sum valdar á Landsverki. Tá fjølmiðlarnir varpa ljós á miseydnaðar verkætlanir, sum Landsverk varðar av, fer stovnurin út við yvirskriftini: “Landsverk røkir sínar uppgávur sum byggiharri”. Tað letur til, at Landsverk heldur at: “tess fleiri trupulleikar eru í eini verkætlan, tess betur røkir Landsverk sína uppgávu!”  Á stovninum duga tey journalistiska kynstrið at venda eini søgu á høvdið. Tað er sjálvandi altíð snilt at geva onkrum øðrum skyldina, tá man ikki fær svarað fyri seg. Í hesum føri langar stovnurin út eftir samlaðu ráðgevaravinnuni. Sum rímiligt er, svarar Ráðgevarafelagið aftur, fyri at verja sínar limir móti áganginum.

Í aftursvari til Ráðgevarafelagið, heldur Landsverk á í royndunum at mála eina so jaliga mynd av sær sjálvum sum gjørligt. M.a. verður víst á frágreiðingina um Landsverk, sum Vinnuhúsið luttók í í vár. Hóast frágreiðingin tekur undir við, at Landsverk mennir seg sum professionellan innkeypara, so er tað at mistulka frágreiðingina, tá tað verður róð framundir, at Vinnuhúsið hevur staðfest, at Landsverk dugur sín leiklut sum byggiharri. Tvørturímóti varð neyðugt hjá Vinnuhúsinum at gera eitt sjálvstøðugt fylgiskjal til frágreiðingina, har vinnan eftirlýsir greiðari mannagongdir og samstundis ávarar ímóti tí óneyðuga váða, sum Landsverk mangan átekur sær. 

Ráðgevararfelagið heldur tó lítið konstruktivt koma burturúr at halda áfram at kjakast um hetta í miðlunum. Heldur áttu teir partar, ið vara av bygging í Føroyum at sett seg saman at umrøða avbjóðingarnar. Óansæð hvør eigur skuldina og ikki, kann tað staðfestast, at tað ov ofta kemur fyri, at verkætlanir ikki eru nóg væleydnaðar. Tí eigur Landsverk gjøgnum Byggiharrasamtakið at seta seg saman við Ráðgevarafelagnum og Meistarafelagnum at viðgera, hvussu vit í felag kunnu fáa betri mannagondir í sambandi við byggiverkætlanir.

Nevndin í Ráðgevarafelagnum