Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MARIA GUTTESEN konsert fyri fyrstu ferð í Føroyum í 8 ár!

MIKUKVØLDIÐ 7. MAI Kl. 20.00 presenterar F’LJÓÐ 12’tu stovukonsertina:

Hetta er eitt tiltak, sum sjáldan er høvi at uppliva. Fyri fyrstu ferd í heili 8 ár fer Maria Guttesen at traðka á pall í Føroyum, tá hon fer at spæla F’LJÓÐ stovukonsert í Stoffalág 18, mikukvøldið tann 7. mai, kl. 20.00.

Maria fer at syngja og spæla klaver og okkurt annað ljóðføri eisini. Høvi verður at hoyra løg frá ymisku útgávunum, sum hon hevur verið ein partur av ígjøgnum árini. Men eisini heilt nýggj løg vera á skránni.

Maria er ein gjøgnummusikalsk sál, sum livir og andar fyri tónleikin - og so er hon eitt multitalent. Hon er bæði komponistur, pianistur, sangari, gittarleikari, trummusláari og alt møgulig annað. Hennara blíða og av og á hása rødd, speglar hennara føroyska uppruna, har skiftandi veðrið bjóðar alt frá harðari ódn til blikalogn.

Sum persónur er Maria ein orkubumba, sum við sínum glaða lyndi, gløggu eygleiðingarevnum og góða humori, blandað saman við eini intensari nærveru, gerst eitt náttúrligt mittpunkt, har hon er. Hon fær fólk til at slappa av og gleða seg við henni um tónleikin. Tað er hesa gleðina, sum hon brennir fyri at geva heiminum gjøgnum sín tónleik.

Tey, sum vilja tryggja sær sess til hesa forkunnugu stovukonsert, kunnu skriva til Elina Brimheim Heinesen við t-posti: elin@heinesen.fo ella editor@music.fo

UM MARIU GUTTESEN

Maria Guttesen kemur frá eini stórari tónleikaáhugari familju. Báðir abbar hennara vóru aktivir tónleikarar, og pápi hennara spældi eisini fleiri ymisk ljóðføri. 

- Vit vóru sjey systkin í familjuni, og tað var sum at vera í einum familjuorkestrið, hvønn dag, sigur Maria, sum brúkti nógva tíð uppá at sita og spæla uppá pumpuorglið í heiminum.

So leingi, sum hon kann minnast, hevur Maria gjørt tónleik og melodiir burturúr øllum, sum kundi geva ljóð frá sær. Hon var ikki serliga gomul, tá hon skrivaði sín fyrsta sang, og sum 11 ára gomul var hon við á barnaplátuni hjá Hjørdis og gentunum sum sangsolistur - ein útgáva, sum er javnan er at hoyra í útvarpinum enn.

Maria Guttesen spælir ikki bara tónleik. Hon hevur eisini undirvíst nógv í rytmiskum sangi og samanspæli gjøgnum mong ár. Hon hevur verið tónleika coach og hevur verið viðvirkandi á fleiri tónleikaverkætlanum. Drívmegin er at skapa og at fáa tað besta burtur úr teimum talentunum, sum hon arbeiðir við.

Sum 20 ára gomul flutti Maria Guttesen til Århus, har hon síðani hevur havt sítt tónlistarliga virki. Hon gav sína fyrstu fløgu út í 1994. Frá 1996 til 2001 gekk hon á Jysk Musikkonservatorium. Í 2004 kom so onnur fløgan, saman við bólkinum Divided Minds. Og í 2006 kom fløgan “Maria Guttesen live”. Í 2008 kom fløgan “Wide Open”, har Maria spældi øll ljóðførini og framleiddi fløguna sjálv.

Í løtuni er Maria m.a. í ferd vid at fyrireika innspælingar til eina spildurnýggja útgávu, sum kemur út í 2015. Komandi útgávan verður ein øðrvísi útgáva í mun til fyrrverandi útgávurnar hjá Mariu. Útgávan byggir á ‘co-writing’ saman vid útlendskum sangskrivarum.

Í 2011 og 2012 var Maria Guttesen eina tíð í USA saman við rithøvundanum Lene Drachmann fyri at skriva sangir saman við amerikanskum sangskrivarum.

- Vit valdu at fara til USA, fyrst og fremst tí vit fingu møguleikan, men allarmest fyri at royna ein annan veg, og forvitni eftir at blanda okkara norðurlendska við tí amerikanska. Tann blandingin kann gott skapa nakað heilt serligt, sigur Maria.

Maria Guttesen hevur fingið frábera góð ummæli, her eru nøkur leinki til ummæli:

Steenild+Guttesen ”Reconstructed”: http://gaffa.dk/anmeldelse/39065

Maria Guttesen ”Wide Open”: http://gaffa.dk/anmeldelse/28011

Maria Guttesen ”Wide Open”: http://mariaguttesen.dk/sider/reviews/review-stiften.html

Divided Minds ”The Last Night”: http://gaffa.dk/anmeldelse/21753

Maria Guttesen ”Live”: http://mariaguttesen.dk/sider/reviews/review-AfD.html

Maria Guttesen ”Live”: http://mariaguttesen.dk/sider/reviews/review-jydskevestkysten.html

NÆRRI FÆST AT VITA UM STOVUKONSERTINA VIÐ MARIU GUTTESEN HER:

https://www.facebook.com/events/1490203634526857

NÆRRI FÆST AT VITA UM F’LJÓÐ STOVUKONSERTIR SUM HEILD HER:

Haldið eyga við, nær næsta stovukonsertin verður, her á Facebook: https://www.facebook.com/fljod -

 ella á kalendaranum á http://MUSIC.fo/