Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marius DC gevur EP út

So var hon er, fyrsta heildarútgávan hjá Marius DC, THE MZA EP, og við henni er føroyskt Hip Hop dagført. 

Nú er EP’in givin út digitalt, og um einar 2-3 vikur kemur hon eisini út á vinyl. 

Á EP’ini eru løgini Drip Drop, 25/8 og 10 AM Freestyle, ið longu eru givin út sum stakløg, men eisini trý nýggj løg God Level, Woah og I.C.R.F.W.Y. 

Løgini eru øll skrivaði av 15 ára gamla argjamanninum Marius Dam Christophersen, uttan Woah, ið er skrivað av Jonas Langaard og Marius, og 10 AM Freestyle, ið er skrivaður av Mariusi, Jasmin Mote og Chris Melee. 

Útgávan er tøk eitt nú Spotify, iTunes, Youtube og Soundcloud.

Per Ingvaldur Højgaard Petersen hevur framleitt útgávuna, Theodor Kapnas hevur ljóðblandað og George Nerantzis hevur tikið sær av mastering. Tað er Tutl, ið gevur út.