Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marius

- Home/Heima er eitt satt meistaraverk!

Eg fekk lovað eitt eintak av útgávuni, men kundi ikki heilt bíða eftir henni, tí eg havi verið rættiliga spentur at hoyra hesa.

Sum tað er sagt, hevur útgávan verið leingi ávegis og tá vit hava verið noydd at bíða so leingi, er spenningurin ikki blivin minni.

Tá eg siti og hoyri hesi øll løgini, er hetta heilt einastandandi væl arbeiddur og gjøgnumførdur tónleikur.

Her er ikki nakað latið upp sokallað “fusk,” tí gjøgnum øll løgini hoyri eg hetta ynski um at hetta skal verða teirra útgáva til okkum lurtarar.

Tað mær dámar so væl við slíkum royndum tónleikarum er, at tað er ikki nakað í teirra arbeiði við ljóðførinum ið er nakar trupulleiki, men heldur ein spurningur at loyva hvørjum øðrum at sleppa framat.

Tá eg hoyrdi Hans Marius í útvarpinum herfyri, bleiv eg eitt sindur bilsin um hansara lágu rødd, tí er tað eitt eg havi bitið merki í, so er tað hansara mjúku rødd, men soleiðis er tað við arbeiðnum, at ein leggur seg á eitt trygt støði, sum eg má siga Hans Marius ger til UG!

Mær dámar sera væl teirra “setup,” tí eg havi ikki so nógvar bólkar eg kann samanbera við teirra tónleik, so her er aftur eitt serligt við Marius, sum fær okkum at gerast forvitin.

Ofta havi eg ummælt meira “kompleksan” tónleik, men er tað eitt ið sermerkir teirra tónleik, er tað hetta heilt einfalna, sum verður latið í góðan avpussaðan tónleik.

Onkur hevur onkuntíð nevnt, at tað er lætt at buldra og fáa tað at ljóða, men tað er ikki altíð so.

Okkurt kann tó benda á, at onkur hevur buldrað okkurt av sær, tí her hava vit sera gott spæl og tað er sanniliga eisini ein dygd.

Tað er kanska ein endurtøka, men tað er nakað við tekstunum, sum fær meg at leggja meg at hvíla og bara njóta.

Tá er tað júst nakað við tónleikunum, at tú fær ikki bara hesa upplivingina, men tað er so fantastiskt at føla hvíld.

Tað er ongin ivi um, at tey sum seta seg í Norðurlandahúsið í kvøld, fáa eina heilt serstaka konsert, tí eg havi sjáldan hoyrt nakað so gott og inniligt!

Fríðálvur A. Jensen