Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marknagil eitt fantastiskt lestrarumhvørvi

- Nú veksur ein nýggjur og stórur skúli upp úti í Marknagili, har fleiri skúlar og nógvar ymsar útbúgvingar koma at verða undir sama taki. Hetta verður eitt fantastiskt lestrarumhvørvi, sum vónandi verður mennandi fyri allar partar. Vit í kommununi fylgja spent við menningini. Kommunan er í holt við at prosjektera nýggjan Vesturskúla í sama øki, avgjørt er at byggja Musikkskúlan við Landavegin og vit hava eisini sett pláss av til eina stóra ítróttarhøll, umframt at vit arbeiða við vegaføring og parkeringsøkjum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í 80 ára føðingardegnum hjá Tekniska Skúla í gjár.

Heðin Mortensen segði, at slagorð skúlans, "Har hugskot gerast veruleiki", er einki minni enn søtur tónleikur í oyrunum á politikkarum, sum hvønn dag arbeiða við at skapa skúla og vinnulívi betri karmar at virka undir, at menna verandi útbúgving og vinnu og geva rúmd fyri tí nýggja.

- Og í okkara føri hevur tað eisini verið eitt endamál at halda fast um verandi útbúgvingarmøguleikar, so teir ikki verða fluttir úr høvuðsstaðnum! Sum longu boðað frá í fjølmiðlunum, so verður hetta helst seinasti rundi føðingardagurin hjá skúlanum, áðrenn hann fer í søguna og gerst integreraður partur av stóra Marknagilsdeplinum.

- Skúlin varð stovnaður í 1934 og hevur síðan verið ein føst býarmynd við ómetaligum týdningi fyri útbúgving og menning. Tað var Havnar Handverksmeistarafelag, sum stovnsetti skúlan, og í 1956 gjørdist skúlin sjálvsognarstovnur.

- Vit plaga at siga, at tá tað gongur væl í Havnini, so gongur væl í øllum landinum. Á sama hátt ber til at avlesa støðuna í samfelagnum á næmingatalinum á Tekniska Skúla. Gongur væl eru nógvir næmingar - støðan í vinnuni beinleiðis sæst aftur á næmingatalinum á Tekniska Skúla.

- Og tað eru ikki smávegis tøl, vit arbeiða við. Her eru eini 80 arbeiðspláss og um 500 næmingar eru knýttir at skúlanum. Tað er eisini hugaligt at síggja, hvussu næmingatalið eitt nú fylgir støðuni í byggivinnuni.

- Nú veksur ein nýggjur og stórur skúli upp úti í Marknagili, har fleiri skúlar og nógvar ymsar útbúgvingar koma at verða undir sama taki. Hetta verður eitt fantastiskt lestrarumhvørvi, sum vónandi verður mennandi fyri allar partar.

- Vit í kommununi fylgja spent við menningini. Kommunan er í holt við at prosjektera nýggjan Vesturskúla í sama øki, avgjørt er at byggja Musikkskúlan við Landavegin og vit hava eisini sett pláss av til eina stóra ítróttarhøll, umframt at vit arbeiða við vegaføring og parkeringsøkjum.

- So talan verður um eitt ótrúliga spennandi, fjølbroytt og mennandi útbúgvingarøki, har vónandi allar eindirnar fara at fáa nyttu av hvørjum øðrum. Eg síggi, at tað longu alment er nevnt, at bæði tónleikur og ítróttur kunnu blíva ein partur av undirvísingartilboðunum.

- Eg ivist ikki í, at Marknagilsdepilin - saman við øllum hinum tilboðunum í hesum framkomna lestrarumhvørvinum - fer at lyfta okkum uppá eitt munandi hægri útbúgvingarstøði, sum eisini fer at verða fyrimyndarligt fyri okkara útlendsku grannar.

- Men tað er sera týdningarmikið, at Tekniski Skúlin ikki druknar í samanleggingini og spakuliga hvørvur úr myndini. Tað hevur stóran týdning, at Tekniski Skúlin sum stovnur varðveitir sítt image og sín samleika.

- Eg havi sjálvur handliga útbúgving og havi gingið á Tekniska Skúla, og tað er ongin ivi fyri mær, at henda útbúgving hevur hjálpt mær og hjálpir mær hvønn einasta dag at taka góðar og rættar avgerðir.

- Tað er stórur eftirspurningur eftir føroyskum handverkarum í dag, bæði her heima hjá okkum og uttanlands. Og tað kemur ikki av sær sjálvum, tí sum Benjamin Franklin tekur til, ”varða teg fyri smáum lekum. Teir søkkja eisini stór skip”, ja, so liggur tað í tí, at ein handverkari skal vera sera nærlagdur, hava gott yvirblikk og duga sítt handverk til lítar, annars kann tað fáa ringar fylgjur við sær.

- Okkara lærlingaskipan hevur ómetaliga stóran týdning, tí hon er grundarlagið undir, at vit megna at útbúgva fólk til alt frá byggivinnu til frálandavinnu.

- Haldi tó ikki, tað er við sorgblídni, vit halda henda seinasta runda føðingardagin. Tí vit hava so nógv gott í væntu.

- Eg fari býráðsins vegna at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við áttati ára degnum, og eg vóni, at vit næsta runda føðingardagin kunnu bjóða tykkum, sum tá verða partur av Marknagilsdeplinum, eitt mennandi umhvørvi, sum næstan ikki hevur sæð sín líka, segði Heðin Mortensen at enda.