Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MARNI JOENSEN FEKK DRONNINGS FORTJENSTMEDALJE

Á samkomu á Ráðhúsinum í morgun fekk Marni Joensen umframt heiðursbræv og gávur handaða ”Dronningens Fortjenstmedalje i sølv” fyri 40 ára trúgva tænastu hjá Tórshavnar kommunu.

Marni byrjaði hjá kommununi í 1972 og hevur alla tíðina arbeitt við maskinum og lastbilum, ein stóran part av tíðarskeiðnum hevur hann verið arbeiðsformaður fyri asfalteringina.

Tað var borgarstjórin Heðin Mortensen, ið handaði medaljuna á samkomu, har bæði starvsfelagaar hjá Marna og familja vóru til steðar.