Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marty Stuart lendi í Vágum

Tiltakið varð sum ætlað leygarkvøldið.

Veðrið hevur seinasta døgnið arga fyriskipanina av stóra countrykvøldinum í Ítróttarhøllini á Hálsi, men fyri løtu síðan lenda stóra country legendan Marty Stuart í Vágum, og tiltakið verður tí sum ætla kl. 21.00 leygarkvøldið.

Eftir ætlan skuldu teir koma til landið fríggjadagin, eins og hin útlendska stjørnan Arnar Ingi Ólafson, men meðan íslendski Johnny Cash tulkarin lendi, so var veðrið og ringt hjá fyrrverandi Cash gittarleikaranum. 

Tiltakið leygarkvøldið var eitt stórt sjálvtøkuborð av country krási, Arnar Ingi Ólafson legði fyri, síðan spældi Marty Stuart, áðrenn country kongurin Hallur Joensen spældi til dans.