Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Máttleysa valdið

Aling sum vinnumøguleiki í Sandoynni, hevur verið ein afturvendandi spurningur seinastu 15 árini!

Nú bragdar aftur við huganum, og øll segl eiga at vera sett til tess at tryggja vinnuáhugaðum alarum gróðrarbotn fyri teirra vinnuframtøkum her í Sandoynni. Sjálvur meti eg møguleikarnar rættiliga góðar at finna eina nøktandi loysn, sum bæði tryggjar Sandoynni sín vinnnupart, og tryggjar Føroyum móti møguligari útrás av føroyskum valdi og tilfeingi.

Somikið meira spyrjandi standa vit, tá verandi borgarstjóri á Sandi, við einum ”sterkum” meiriluta aftanfyri seg, og sum eitt av avgerandi samgonguumboðunum á Tingi, í Sosialinum í farnu viku, slær armarnar út og yppir øksl at støðuni. Tykist ongan møguleika hava at ávirka støðuna rættan veg. Um tað eru manglandi royndir, vantandi politiskur førleiki, ella okkurt triðja skal vera ósagt her, men hvørki Sandsbygd, ella Sandoyggin kunnu góðtaka hesa atgerðarleysu støðuna. Eitt er at koma til valdið. Annað er at brúka tað øðrum at gagni.

Vit hvørki eiga ella kunnu góðtaka at samgongan tilvita gera Sandoynna til eftirbát í Føroyska samfelagnum. At einasti Sandoyartingmaðurin í samgongu, ferð eftir ferð, letur seg brúka sum atkvøðuneyt fyri ætlanum aðrastaðni, men antin er burturstaddur, ella rýmir undan atkvøðugreiðslum, sum kunnu betra um støðuna hjá Sandoynni er ótolandi.

Vit vita væl at í minniluta, ella andstøðu, er avmarkað hvussu nógv ein fær avrikað, men sum partur av samgongu, er lagamanni at telva sær bitar á borðið. At sita við valdinum, og samstundis skáka sær undan ábyrgdini er jánkasligt. Her skal annað til enn at telja uppí fýra, og happa fyri rest.

Kenni kortini somikið væl til samstarvsfelagan í Skopun, at saman eiga vit tríggir Sandoyartingmenninir at megna at sannføra politisku skipanina um eina loysn sum ber til, Føroyum og Sandoynni at gagni. Sjálvandi treyta av at Fólkaflokksmaðurin ikki aftur rýmir úr sali, tá valdið skal umsetast til politisk úrslit.

Páll á Reynatúgvu