Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen og bagatellirnar

Tað var ikki sørt margháttligt gleps, ið Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, hevði eftir Tórshavnar kommunu og undirritaða fyri viku síðan.

Eru børnini í Havn ein bagatell, spurdi hon. Orsøkin var uppskot um at fremja eina sparing á dagstovnaøkinum í fíggjarætlanini fyri 2012. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, hevur vegna býráðsmeirilutan boðað frá, at henda sparing verður av ongum, so eg skal ikki dvølja við tað málið her.

Men ymiskt av tí, sum forkvinnan hjá øllum landsins pedagogum, hjálparfólkum og dagstovnaleiðarum legði fram, krevur tó eina viðmerking.

Maud Wang Hansen skrivar, at játtanin til kommunalu barnaansingina ætlast at lækka triðja árið á rað, og at serliga frítíðarskúlarnir hava merkt sviðan. Hetta hendir samstundis, sum krøvini til frítíðarskúlar og tørvurin á námsfrøðiligum tilboðum eftir skúlatíð vaksa.

Tá sparing í veruleikanum er ein tillaging** Í síðstu viku kallaði býráðið foreldraráðini í frítíðarskúlunum til fundar. Tey hava ítøkilig ynski um at betra partar av frítíðarskúlatænastunum. Fundurin var góður og konstruktivur. Kommunan skilir ynskini og hevur lovað at arbeiða bæði skjótt og væl við loysnum.

Á fundinum fingu tey eisini frágreiðing um tær tillagingar, sum gjørdar eru í játtanarkarminum til frítíðarskúlarnar. Henda er í stuttum, at tá 1. og 2. flokkur við lóg fekk fleiri tímar í fólkaskúlanum, varð neyðugt hjá kommununi at tillaga virksemið hjá frítíðarskúlunum samsvarandi.

Hetta gjørdi býráðið yvir 2 ár við virðing fyri, at tillagingin við færri tímum í frítíðarskúlunum kundi fara fram smidliga í mun til starvssetanirnar á økinum, tvs. fyri limirnar hjá Pedagogfelagnum.

Hetta hevur sostatt einki við nakra sparing at gera, og hava frítíðarskúlarnir tí ikki merkt nakran sviða sum helst av hesum.

Sannleikin er, at frítíðarskúlarnir hava bestu normering í allari ansingarskipani. Men hesa bagatell tegir forkvinnan burtur.

Tá tillaging er við til at menna nýtt virksemi

Maud Wang Hansen sigur, at “sparingarnar” samsvara ikki við, at kommunan sigur seg satsa uppá bleytu virðini. At hetta ikki boðar frá visjónum, menning ella framburði á dagstovnaøkinum.

Nei, tá forkvinnan bert verjir eitt ávíst játtanarstøði uttan at kanna eftir, hvat fæst fyri pengarnar, so er hetta ein ikki so løgin niðurstøða.

Men hvat gjørdi og ger kommunan? Jú, til tess at styrkja pedagogisku tilboðini eftir skúlatíð, hevur kommunan sett fleiri ungdómshús á stovn m.a. fyri teir pengar, sum frítíðarskúlarnir ikki longur hava brúk fyri.

Bæði børnini og tey ungu eins og teirra foreldur eru serstakliga væl nøgd við ungdómshúsini. Eg veit eisini, at pedagogarnir eru glaðir fyri hetta, tí teirra arbeiðsøki veksur.

Haldi, at hetta prógvar bæði visjónir, menning og framburð bæði fyri børn, foreldur, starvsfólk, ja, samlaða trivnaðin í Havn. Hesa bagatell átti forkvinnan í Pedagogfelagnum heldur at verið takksom fyri.

Tá hugburður gevur meirvirði

Síðan vísir forkvinnan á, at stovnarnir ikki fingu játtað lønarhækkingar í fjør, og at barnaansingin skal spara orku. Niðurstøðan er, at barnaansingin verður niðurpínd og at tænastan verður verri.

Tað er rætt, at býráðið í fjør gjørdi av, at øll rakstrarstøð í kommununi fingu ikki játtað lønarhækkingar, og at øll fingu boð um at spara í orku. Hetta var sostatt ikki bert galdandi fyri barnaansingina.

Men samstundis fingu allar leiðslur góð ráð um, hvussu sparast kundi eitt nú í mun til orku. Umframt at skapa ein góðan og sunnan hugburð til at minka um orkunýtsluna, so gevur ein spard króna í orku í veruleikanum eina krónu meira til pedagogiska arbeiðið við børnunum.

Og nevnast kann, at onkur stovnur hevur spart fleiri ferðir meira orku enn álagt, bara við tí góða hugburði og broyttum mannagongdum, starvsfólkini hava lagt í børnini. Tað er heldur ikki ein bagatell fyri okkum.

Kommunan hevur fult álit á, at leiðslur og starvsfólk á okkara dagstovnum fáa sum mest burturúr hvørjari krónu og framhaldandi tryggja eitt høgt og virðiligt tænastustøði.

Eg síggi nú, at slíkt álit hevur forkvinnan í Pedagogfelagnum ikki á sínar egnu limir. Tað er eingin bagatell.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri