Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Menn kunnu eisini viðgera bleyt virðir

Forkvinnan í Sosialu Nevnd býráðsins er ein kvinna, men á nevndarfundinum mikudagin 2. november 2011 var nevndin burturav mannað við monnum – vit nýttu høvið at taka eina mynd av teimum.

Fasta manningin í Sosialu Nevnd er: Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, forkvinna, Atli S. Justinussen, næstformaður, Auðunn Konráðsson, Jákup F. N. Mikkelsen og Steinbjørn O. Jacobsen.

Eftirsum ein kvinna vanliga situr við borðendan hjá Sosialu Nevnd, spæla menninir í nevndini vanliga aðruviolin, men hendan dagin hevði forkvinnan forfall av øðrum áleikandi politiskum arbeiði longur suðuri á landi.

Hetta forðaði kortini ikki nevndini at hava góðan fund undir leiðslu av Atla S. Justinussen, nevndarnæstformanni.

Jú, menn kunnu sanniliga eisini viðgera tey bleytu virðini.

Á myndini, sum varð tikin á sosialnevndarfundinum mikudagin 2. november 2011 síggjast Steinbjørn O. Jacobsen, Atli S. Justinussen, virkandi formaður, Auðunn Konráðsson og Jákup F. N. Mikkelsen.

Kelda: www.klaksvik.fo