Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Menning krevur broytingar, Jógvan Arge!

So er Jógvan Arge aftur úti við rívuni og ákærir býráðssamgonguna fyri eina politiska høgrasnaring í sambandi við broytingar í verandi skipan við bíðilistum til grundstykki í Tórshavnar Kommunu. 

Býráðið í Tórshavn hevur gjørt eina snaring, men tað er ein snaring, sum hevur við menning at gera á bústaðarøkinum – politiska motivatiónin og lyklaorðini eru fólkavøkstur og dynamikkur. 

Verandi skipan forðar fólki, sum eiga eina húsaogn og lesandi í útlandinum (ikki búsitandi í Føroyum) at sleppa á biðilista til grundstykki í kommununi. Hetta forðar aftur fyri einum dynamikki, har allir borgarir hava ein møguleika at útvega sær tann bústað, sum hóskar teimum best sum barnafamilja, stakur, pensjónistur o.a. Í løtuni er bústaðarmarknaðurin í Tórshavnarøkinum ov stirvin og eggjar ikki til fólkavøkstur og eitt skilagott bústaðarmynstur.

Býráðið ynskir nú, at skipanin við bíðilistum verður broytt soleiðis at eisini tey, sum hava tørv á einum øðrum, minni og/ella meira hóskandi bústaði eisini kunnu fáa tað. Harafturat vil kommunan økja útboðið av bústaðarmøguleikum við at bjóða byggientreprenørum grundstykkir at byggja íbúðir á, sum verða seldar til marknaðarprís, eins og gjørt hevur verið í øðrum byggjaríum, sum kommunan hevur verið við til at planlagt og fyriskipað. Við hesum verður eisini møguleiki hjá teimum, sum standa á verandi bíðilista, frítt at bjóða uppá eina íbúð.

Við nýggju skipanini og møguleikunum verður tað nógv betri møguleikar at útvega sær ein hóskandi bústað, t.v.s. sum er lagaður til tann tørv, sum ein hevur og vit skapa grundarlag fyri fólkavøkstri í kommununi.

Jógvan, vit loypa ikki búkk um bíðilistan. Vit í samgonguni beina burtur forðingar fyri menning og vøkstri – borgarin og tíðin krevur tað. 

Annfinn Brekkstein 
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin