Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentamálaráðið letur stuðul til 21 filmsverkætlanir

Triðja árið á rað er umsóknarmet til serligu filmsjáttanina hjá Mentamálaráðnum. Í ár vóru 39 umsóknir, harav 21 fáa stuðul.

Verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, eru:

Jónfinn Stenberg  25.000 kr.
Fish & Film v/ Ingun í Skrivarastovu  300.000 kr.
Rúna Ingunardóttir     2.500 kr.
EKT Films v/ Gudmund Helmsdal  100.000 kr.
EKT Films v/ Gudmund Helmsdal            25.000 kr.
Dávur Djurhuus    80.000 kr.
Maria Winther Olsen  225.000 kr.
Maria Tórgarð    15.000 kr.
Eir í Ólavsstovu    30.000 kr.
Franklin Henriksen    15.000 kr.
Franklin Henriksen              2.500 kr. 
Julia í Kálvalíð     90.000 kr.
Amanda Romare     53.000 kr.
Anton Petersen     60.000 kr.
Hanus Johannessen     20.000 kr.
Film.fo v/ Siggu Vang     17.000 kr.
Klippfisk     10.000 kr.

Filmsjáttanin hjá Mentamálaráðnum er í 2016 1,5 mió. kr., harav 1.070.000 tús. kr. eru lutaðar út í hesum umfari. Tilsamans varð søkt um 3,8 mió. kr. Restin av upphæddini verður lutað út seinni í ár. 
Samgongan hækkaði játtanina til filmsstuðul við 600 tús. kr. undir síðstu fíggjarlógarviðgerð. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnast um, at játtanin til film er hækkað, tí tað letur upp fyri munabetri stuðli til nakrar størri verkætlanir.

Vit mugu hjálpa okkara filmsspírum at blóma til gagns fyri filmslistina, sum hevur stóran týdning fyri okkara mentan og samleika, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Tveir filmskønir ráðgevar, Vár B. Jacobsen og Pætur M. Dahl, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um býtið av stuðlinum. 

Størsta stuðulsupphæddin var í ár latin til ungdómsfilmin Dreymurin við Havið eftir Sakaris Stóra, sum er fyrsti spælifilmurin hjá unga leikstjóranum, sum eisini fekk stuðul í fjør. Fish & Film v/ Ingun Í Skrivarastovu, stendur fyri framleiðsluni.

Maria Winther Olsen fekk eisini eina hampiliga upphædd til spælifilmin Nina, ið er ein søga um bundinskap hjá einum ungum pari; eitt parlag, sum er merkt av roynslu og revsing. Um at liva við sálarligari kvøl, sum spakuliga og við stórari pinu gjøgnumseyrar og uppetur sinnið. 

Úr rúgvuni kann eisini stuttfilmurin Omman eftir Juliu í Kálvalíð nevnast. Omman er ein tragikomiskur filmur um alkoholismu og serliga tær avleiðingar, hon kann hava við sær.