Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarsamstarv við Italia

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hitti fríggjadagin italska ambassadørin fyri Danmark, Føroyar og Grønland, Stefano Queirolo Palmas, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum.

Teir umrøddu ymiskar møguleikar fyri mentanarligum samstarvi millum londini. Á skránni var eitt nú samstarv innan gransking, útbúgving og átøk í sambandi við list og tónleik.

Italia hvílir á mentanarligum arvi frá forna Róm, og er í evropeiskum høpi ríkari enn flestu lond. Italski sendimaðurin Stefano Queirolo Palmas er sera hugtikin av føroyska mentanararvinum og tí sterka viljanum at verja um hann og menna føroyskt mentanarlív og útbúgving.

Bjørn Kalsø, landstýrismaður, og Stefano Queirolo Palmas, ambassadørur, vóru samdur um, at tað er vert at byggja upp mentanarsambond millum londini og fáa í lag ítøkilig átøk, sum kunnu knýta bond millum londini frameftir.