Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanartiltøk í Vága kommunu

Í døgunum 7. til 10. mars skipar Vága kommunu fyri mentanartiltøkum í bygdunum í kommununi.

Tiltøkini byrja hóskvøldið 7. mars kr. 20.30 við fyrilestri og kjaki í SÍF húsinum í Sandavági. Tá fer Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, at halda fyrilestur við støði í bók síni “Tey fyrstu jólini”, sum kom út til jólar í fjør.

Hugt verður at tí søguliga í samband við hendingarnar á jólum, sum sagt verður frá í Matteusar og Lukasar evangeliunum, og samanberingar gjørdar millum tað bíbilska og tað, ið nútíðar søgugranskarar hava at siga um hendingina.

Eftir fyrilesturin verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar og kjakast við rithøvundan og fyrilestrahaldaran um hesi viðurskifti.

Fríggjakvøldið 8. mars klokkan 19.30 fer Martin Joensen, yrkjari, sangari og listamálari, at siga frá síni list og syngja egnar sangir og sálmar í Miðvágs kirkju. Kl. 21.00 hóskvøldið 8. mars verður cafékvøld við sjómansvísum í Beitinum í Miðvági. Knút Olsen fer at hava undirspælið.

Orsakað av avmarkaðum plássi er neyðugt at tryggja sær atgongumerki frammanundan. Atgongumerkini eru ókeypis og kunnu heintast í Føroya Keypssamtøku í Miðvági og í Sandavági frá leygardegnum 2. mars.

Leygardagin 9. mars vera tiltøkini úti. Tá verða gjørdir gongutúrar í Miðvági og í Vatnsoyrum.

Klokkan 10.00 fyrrapartin verður gjørdur gongutúrur undir heitinum “Prestakonur í Vágum. Úr Jansagerði í Kálvalíð”. Við Jon Hansen sum ferðaleiðara verður farið á søguliga ferð gjøgnum Miðvág. Túrurin varar einar tveir tímar. Møtt verður í Jansagerði.

Kl. 14.00 seinnapartin leygardagin verður farið gongutúr í Vatnsoyrum saman við Karl Johan Nielsen, sum fer at greiða frá umhvørvi, søgu og sagnum, sum hava samband við Vatnsoyrar. Møtt verður við busssteðgiplássið.

Leygardagurin 9. mars endar við sang- og tónleikatiltaki í Miðvágs kirkju. Byrjað verður klokkan 19.00.

Luttakarar verða eitt harmonikulið, sum er samansett av tónleikarum úr øllum landinum, eins og lokalir tónleikarar eisini fara at framføra. Tiltakið verður skipað sum eitt “Syngið við” tiltak.

Sunnudagin 10. mars verður grækarismessuhald við standmyndina av Mikkjali á Ryggi í Miðvági. Marna Jacobsen, bókmentafrøðingur og ritstjóri, fer at halda røðu, og Sørvágs Tónleikarafelag fer at spæla.

Frá klokkan 16.00 til klokkan 19.00 sunnudagin fara vevkonur í Vágum at hava opnan verkstað í Vevskúlanum, sum er á havnarlagnum í Miðvági, har høvið verður hjá fólki at støkka inn á gólvið og síggja, hvussu arbeitt verður, og fáa frágreiðing og vegleiðing um, hvussu eitt plagg verður vovið.