Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarviðislønir landsins

Í komandi viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2021.

Í ár verður hátíðarløtan hildin í SALT á Drelnesi mikukvøldið 19. januar kl 19.00.

Av tí, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast, verður tiltakið í ár bara hildið fyri innbodnum. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 kr. Hon verður latin lista- ella mentafólki, sum hevur víst serliga góð evni og/ella sum hevur gjørt vart við seg innan sítt øki.

Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.