Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarvirðislønir Landsins í Norðurlandahúsinum

Eins og undanfarin ár verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á føðingardegi William Heinesens tann 15. januar. 

Handanin verður í Norðurlandahúsinum í Havn, fríggjakvøldið 15. januar kl. 18.00, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handar Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2015. Í sambandi við handanina verður tiltak í Norðurlandahúsinum við røðum, upplestri, tónleiki og øðrum framførslum. Kringvarp Føroya útvarpar tiltakið og sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum eftir tíðindini kl. 18.00.

“Løtan, tá Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar, er hátíðarlig, og tí gleðir tað meg, at tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpinum, so tað á tann hátt røkkur út til alt landið. Tað er altíð spenningur um, hvørji nú munnu fara at fáa virðislønirnar, og eg gleði meg til hetta høvið at heiðra nøkur av okkara fremstu lista- og mentafólkum”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Aftur í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Seinastu árini hevur ein virðisløn verið latin til ungt listafólk, sum er kr. 50.000, og hon verður eisini latin í ár.

Afturat virðislønunum verður ein sømdargáva, ið er lívslang heiðursgáva á kr. 20.000 um árið, latin listafólki, fyri útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. 

Tey, ið áður hava fingið Mentanarvirðislønir Landsins eru hesi:

 
Mentanarvirðisløn Landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
 
Heiðursgáva Landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum

Aðrar virðislønir
Málrøktarvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Serstøk virðisløn
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze

Virðisløn til ungt listarfólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trygvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
 

Sømdargávu landsins fáa Oddvør Johansen, Katrin Ottarsdóttir, Hanus G. Johansen, Guðrið Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Rói Paturson, Hanus Kamban og Óli Petersen. Ebba Hentze, ið eisini fekk sømdargávu landsins, andaðist í 2015. 

Tiltakið verður í Kringluni í Norðurlandahúsinum, fríggjakvøldið 15. januar kl. 18.00-20.00. Tiltakið er alment og ókeypis, og tað verður varpað beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.