Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2016

Hósdagin 20. oktober 2016 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu á Reinsarínum í Havn. 

Tíðindaskriv:

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tvær virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Tvær barnamentanarheiðurslønir verða latnar. Eingin virðisløn fyri yrkisbókmentir verður latin í ár.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958, og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum. 

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Heri Ólason Dam, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin. 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í ár verða tvær barnamentanarheiðurslønir latnar.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin 
Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. 

Øll eru vælkomin 
Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 20. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu á Reinsarínum í Havn. 
Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á heimasíðu Býarbókasavnsins www.bbs.fo

Vegna nevndir Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
 
Vónbjørt Vang, virkandi skrivari í nevnd M. A. Jacobsens og Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður