Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvalirnir, ið vóru merktir í Fuglafirði 23. August 2015, eru farnir suður um Føroyar.

Teir ferðast kortini ikki í felag. Ein er farin í ein landsynning, suður í Hetlandsrennuna, meðan ein hevur hildið leiðina meira vesturyvir. Og ein triði hevur so hildið kósina beint suðuryvir.”

Merktir grindahvalir

Fylgisveinasendararnir, ið vóru festir á fimm hvalir í Fuglafirði 23. august, vakna kl. 7. Nakað seinni sæst umvegis alnetið, hvar hvalirnir hava svomið tað seinasta døgnið. Á middegi sløkna sendararnir so aftur. Á tann hátt verður spart uppá battaríini, fyri at fáa sendararnir at vara sum longst, vónandi tað mesta av einum ári.

Hetta er fimtu ferð at grindahvalir svimja út av føroyskum firðum við sendarum á hornunum. Endamálið er at kanna ferðingarmynstur og staðfesta, hvussu víða útbreiðslu grindahvalirnir við Føroyar hava. Út frá tí verður mett, hvussu stóran part av tí samlaða stovninum í Norðurhøvum føroyingar veiða.  Hetta er týdningarmikil vitan í sambandi við spurningin, um grindaveiðan er burðardygg. 

Hvalirnir, ið vóru merktir í Fuglafirði 23. August 2015, eru farnir suður um Føroyar.

Teir ferðast kortini ikki í felag. Ein er farin í ein landsynning, suður í Hetlandsrennuna, meðan ein hevur hildið leiðina meira vesturyvir. Og ein triði hevur so hildið kósina beint suðuryvir.”

Náttúrugripasavnið takkar fyri alla hjálp og vælvild í sambandi við merkingina. Tað fer at bera til at fylgja við ferðingini hjá merktu hvalunum á www.savn.fo