Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Merktur vaðanskalvi

Saksiningarnir Ari og Dávur Dahl-Olsen, sum vitjaðu ommuna og abban í Sandavági, vóru ein dagin á floti við abbanum Brynjálvi Haraldsen, hetta var 28. apríl 2012. Teir fiskaðu út fyri Klovningi, tá 12-ára gamli Ari fekk okkurt tungt á, teir gjørdust rættuliga spentir, tí tað setti nógv á. Tá komið var at borði, sóu teir, at tað var ein kalvi. Abbin høgdi til - og kalvin var innanborða. (Soleiðis skrivar Jóanis Nielsen á síni heimasíðu. www.joanisnielsen.fo ).

Tá kalvin var komin innanborða, sóu teir, at hann var merktur. Merkið varð latið Havstovuni, og vísti tað seg, at hetta var ein kalvi av eini verkætlan sum P/F Fiskaaling í Nesvík hevur gjørt hesi seinnu árini við at klekja og ala kalva.

Í september 2009 høvdu tey á Fiskaaling nakrar 4 ára gamlar kalvar til avlops frá hesum royndum. Hetta eru kalvar, ið eru klaktir á støðini um várið 2005 og síðan fóðraðir har. Nú var henda kalvaroyndin liðug, og avgjørt varð, at Havstovan skuldi merkja teir og seta teir út á føroyska landgrunnin.

Hesin kalvin, ið Ari fekk, varð merktur og sleptur út við Tofta kai 24 september 2009. T.v.s. at nú kalvin varð fiskaður, hevði hann verið 947 dagar ella tvey og eitt hálvt ár í sjónum. Tá kalvin varð sleptur, var hann 4 ár, 56 cm langur og vág 2,3 kg. Nú hann varð afturfingin út fyri Klovningi, var hann 7 ár, 94 cm langur og vigaði 9,8 kg. Hetta tíðarskeið, í tvey og eitt hálvt ár, var kalvin hjá Ara vaksin 38 cm og vektin økt við 7,5 kg.

Kalvarnir vórðu merktir, longdarmátaðir og vigaðir í Nesvík, koyrdir í tangar og teir, ið skuldu setast út til havs, vóru koyrdir umborð á havrannsóknarskipið Magnus Heinason. Nakrir vóru sleptir út við keiina á Toftum, beinleiðis úr tanganum á lastbilinum.

Kalvarnir vórðu sleptir tann 24. September 2009 og teir vórðu sleptir soleiðis: 70 kalvar blivu settir út á pos: 6158N – 0807V hetta er 8 fj SV úr Mykinesi. 70 kalvar blivu settir út á pos: 6219N – 0738V, hetta er 12 fj V úr Mykinesi. 60 kalvar blivu settir út á pos: 6205’6N – 0644,5V, hetta er út av keiini á Toftum. Sostatt vórðu 200 kalvar sleptir í alt.

Støddin á teimum sleptu kalvunum var nakað ymisk. Longdin var frá 45 til 75,5 cm, og vektin frá 970 til 5620 gram. Hóast støddarmunin vóru teir tó allir javngamlir. Merkinummurini, sum brúkt vóru, eru frá nr. FLF 114550 – FLF 114750.

Hesir kalvarnir eru eitt sindur misslittir. Flestu teirra hava meira ella minni av dimmum liti hvítumegin. Ein teirra var rangur kalvi, tvs. at vinstra lið vendir upp. Í aðrar mátar áttu teir at verið sum vanligur kalvi.

Tað verður hildið, at mislitingin kemur av, at umstøðurnar eru øðrvísi í Nesvík, enn tær eru, har kalvi vanliga gýtir, t.d. ljós, hiti og trýst.

Kelda: www.hav.fo