Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Messianskur jødi vitjar í Føroyum

Í hesum døgum vitjar amerikanski jødin og leiðarin fyri Jews for Jesus (Jødar fyri Jesus) í Evropa, Avi Snyder, í Føroyum. Hann fer ymsastaðni kring landið at tala Guds orð og kunna um arbeiði hjá felagsskapinum Jews for Jesus.

Avi er amerikanari og hevur gudfrøðisliga útbúgving. Hann arbeiddi í nógv ár millum jødar í Ukreina, síðani í Týsklandi, og síðsta heyst flutti hann til Budapest í Ungarn. Avi er leiðari fyri øllum arbeiðinum hjá Jews for Jesus í Evropa. Á øllum støðum leggja Jews for Jesus dent á at boða jødum (og øðrum) gleðiboðskapin.

Avi er gestur hjá Ísraelsmissiónini. Avi talar í kvøld á tiltaki í Deplinum í Skálavík, og komandi dagarnar talar hann á ungdómsmøtum í Meinigheitshúsinum í Havn, í Libanon í Sørvági, og í Meinigheitshúsinum á Skála. Sunnudagin verður hann við til gudstænastuna í Hoyvíkar kirkju, og um kvøldið talar hann á møti í Thabor í Fuglafirði og í KFUM & K í Klaksvík.

Umframt at tala, fer Avi eisini at vísa ein stuttan film um arbeiðið hjá Jews for Jesus og at kunna um henda felagsskapin. Allastaðni, har Avi talar, verður tulkað til føroyskt.