Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mest selda bók í Íslandi í løtuni er Vertu úlfur – Wargus esto

Rithøvundurin er Heðinn Unnsteinsson, ið verður í Føroyum tann 6. og 7. mai.

Heðinn Unsteinsson er ein av fyrilestrarhaldarunum á verkstovu tann 6. mai, ið ber heitið “Ábyrgd og avgerðarrættur í egnum viðurskiftum - eisini í sinnisheilsu og-sjúku”. Tað er áhugabólkurin FPS - Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið skipa fyri, og tað er í tí sambandi, at Heðinn kemur til Føroyar.

Heðinn Unnsteinsson starvast sum politiskur greinari í forsætismálaráðnum í Íslandi. Áðrenn tað, hevur hann starvast sum yrkisligur embætismaður fyri sálarheilsuprogrammið hjá WHO á Evropeisku skrivstovuni í Keypmannahavn. 

Hann hevur seinastu 20 árini skrivað nógvar greinar og hildið meira enn 700 fyrilestrar kring heimin, ið á ein ella annan hátt snúgva seg um sálarheilsu og - sjúku. 

Seinasta skrivliga avrik hansara er bókin “Vertu úlfur - wargus esto” sum er eitt slag av sjálvsævisøgu. Í bókini fær lesarin innlit í, hvussu tað upplivist at liva við bipolerari sjúku, sum Heðinn fekk staðfest á ungum árum. Hvussu hann hevur lært seg at liva væl við sjúkuni og meistra sjúkuna.

Eisini verður skipað fyri almennum fyrilestri hósdagin 7. mai kl. 19.00. Tá tekur Heðinn Unnsteinsson støði í bókini, tá ið hann hugleiðir um: “Rættin til at taka sjálvstøðugar avgerðir, hóast man hevur eina sálarsjúku”

Umframt Heðinn, sum fyrilestrahaldara til verkstovuna tann 6. mai á Hotel Føroyum, er eisini Elin Ebba Ásmundsdóttir. Hon er stovnari og leiðari av rehabiliterings- og aktiveringsmiðstøðini "Hlutamiðstøðin" í Reykjavík. Elin Ebba er ein sera virkin kvinna, sum brennir fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúkum og fyri, at hesi skulu sleppa framat at gera seg galdandi í samfelagnum á hædd við onnur.

Meira fæst at vita um tiltøkini á heimasíðuni www.sjukrarokt.fo ella við at venda sær til FPS fps@olivant.fo

Nevndin í FPS - Birgit Andersen, Margit Justinussen, Jana Mortensen, Eydna I. Lindenskov og Anna Simonsen.