Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Metstór luttøka á Jobmatch í ár

Ongantíð áður hevur áhugin hjá føroyskum fyritøkum, stovnum og kommunum verið so stórur at hitta føroysk lesandi í Føroyum og útlandinum, sum í ár. Harafturat eru hesaferð uppaftur fleiri vinnugreinar umboðaðar. Til Jobmatch átakið 2012, sum verður í Østrøm fríggjadagin 28.desember, hava 24 luttakarar á arbeiðsgevarasíðuni higartil boðað frá luttøku.

NÝGGJ NØVN

Nøkur nýggj nøvn eru á listanum, eins og nakrar fyritøkur, sum ikki vóru við í fjør, aftur bjóða seg fram at kunna lesandi um sítt virksemi. Spildurnýggj á listanum eru Skansi Offshore, Smyril-Line, Eysturkommuna, Ferðaráð Føroya og Syntesa, eins og BankNordik, Granskingarráðið og Formula eru við aftur.

Um hugt verður at vinnu- og arbeiðsgreinum, er luttakaralistin rættiliga fjølbroyttur. Fiski- og alivinna, frálandavinna, fíggjar og tryggingarvinna, KT-vinna, ferðavinna, byggivinna, lýsingarvinna og oljuvinna eru umboðað á privatu síðuni, eins og almennir stovnar og kommunur umboða bæði ferðavinnu, gransking, byggieftirlit, sjúkrahús og ymsar almennar tænastur.

RITGERÐIR

Ætlanin við Jobmatch er at gera tað lættari hjá føroyskum lesandi at koma í samband við tað føroyska vinnulívið, almennar stovnar og kommunur. Í ár hevur serligt fokus verið á møguleikan at samstarva um eitt nú serritgerðir, aðrar uppgávur umframt starvsvenjing, og eru tað fleiri av luttakarunum, sum bjóða seg fram á hesum økinum. Eisini eru luttakarar, sum hava størv leys at søkja.

Eftirmetingar frá undanfarnum árum vísa, at starvsstevnan er eitt frálíkt høvi til knýta samband millum fyritøkur, stovnar og lesandi føroyingar heima og úti. Fleiri starvsetarnir spyrjast burturúr, og Jobmatch ger tað smidligari hjá føroyingum at gera seg lidnar við ritgerðir og útbúgvingar sínar í samstarvi við tann føroyska arbeiðsmarknaðin.

Stuðlar eru Tórshavnar kommuna, Atlantic Airways og BankNordik.