Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MIÐBÝURIN Í ØÐRVÍSI LJÓSI

Bjartar lampur í ymiskum litum lýsa á bygningin hjá Guðrun & Guðrun, og tónleikur, sum Janus Rasmussen hevur lagt til rættis, er at hoyra á gongugøtuni. Leygardagin 6. februar er Vetrarljós ’16 á skránni.

Vetrarljós bjóðar ljósari tíðum vælkomnum, og í ár fara nógvu spennandi miðbýarætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu at seta sín dám á tiltakið. Leygarkvøldið verður serligt ljósverk sett upp á gongugøtuni frá Steinagøtu oman til springvatnið á Sverrisgøtu. Og sjálvt springvatnið á Káta Horninum verður eisini tendrað og ljóssett. 

Økið verður stongt fyri ferðslu, og ístaðin fer ljós og ljóð at fylla plássið, og rúm verður gjørt fyri at uppliva miðbýin á ein annan hátt. Ljósskap og ljóðmyndir umskapa gongugøtuna til eitt býarrúm, har vit kunnu steðga á, seta okkum niður og síggja býin frá einum øðrum vinkli - í einum øðrum ljósi. 

Ljós úr aliringum
JT electric stuðlar tiltakinum og veitir ljóskeldur, ið vanliga verða brúktar í aliringum kring allan heim. Í hesum føri fara ljósini hjá JT electrics at lýsa upp skýggjskapaðar beinkir og ídnaðartangar, ið eru prýddir við tekstbrotum eftir Christian Matras og øðrum føroyskum skøldum. Harafturat verður listaverk eftir Brand Patursson varpað upp á veggir, og alt ljósverkið verður sveipað inn í tónleik, sum Janus Rasmussen hevur lagt til rættis.

Tórshavnar kommuna hevur ment ljósverkið í samstarvi við arkitektin Eyðun Eliasen. Lea Kampmann fer at syngja nøkur løg kl. 18, tá ið ljósverkið verður avdúkað. 

Øll kunnu uppliva ljósverkið komandi tvær vikurnar fram til 22. februar. Økið verður bilfrítt í hesum tíðarskeiðinum, tí ovari partur av gongugøtuni verður stongdur hesar báðar vikurnar.

VisitTórshavn skipar fyri Vetrarljósi.